B71-KÍ 1-2 (0-0)
Fótbóltur
Eftir at byrjanin á kappingarárinum tóktist sera soltin hjá klaksvíkingum, tykjast leikararnir í sigursvanda felagnum nú veruliga at hava fingið ferð á. Sunnudagin gjørdist triði sigurin á rað veruleiki, og hóast tað var vioð tógvið stríð, so munnu stigini smakka eins væl, og tey aloftast gera.
Tað vóru nevnliga sandoyingar, sum í nógv størstan mun myndaðu dystin móti KÍ. Serliga í fyrra hálvleiki royndu teir at leggja stórt trýst á. Teir arbeiddu nógv, og hóast KÍ í útgangsstøði tóktist meira framrættað, so dugdu miðvallararnir hjá heimaliðnum nógv betri at koma framvið, soleiðis at yvirtalsstøður spurdust burturúr.
Talan gjørdist eisini um fleiri heilar og hálvar møguleikar, og hornasparkshagtølini talaðu so avgjørt fyri heimaliðnum, men meira enn tað sama kom tó ikki burturúr.
Løgdust aftur
Í seinna hálvleiki gekk heldur javnari á. Sandoyingarnir vóru framvegis teir raskaru. Teir vunnu framvegis flestu nærdystirnar, og eftir einum lítlum korteri fingu teir so endiliga løn fyri stríðið.
B71 hevði vunnið sær fríspark í vinstru síðu, og tá Julian Florescu sendi innfyri, var miðverjin, Jógvan Jón Petersen, hægstur, og stútaði bóltin hegnisliga í kassan.
Málið var sjálvandi kærkomið hjá heimaliðnum, men samstundis mundi hetta vera byrjanin til endan fyri teirra viðkomandi. Teir tóku seg nú nakað aftur á vøllin, og tá KÍ samstundis framdi tvær útskiftingar, komu gestirnir alsamt nærri málinum.
Ikki tí, sandoyingar vóru framvegis vandamiklir í mótálopunum, men eins og í fyrra hálvleiki, so tóktist effektivitetur ikki at standa serliga ovarliga á dagsskránni.
Tað gjørdi tað hinvegin hjá KÍ. Burtur sæð frá einum stútari á stongina frá Alexander Djordjevic, høvdu gestirnir ikki havt teir stóru møguleikarnir, men burtur úr ongum fingu teir brádliga javnvág í roknskapin. Eftir at fríspark varð sent innfyri og stútað útfrá, kom Jan Joensen við fullari ferð og hálvfluktaði bóltin millum vinir og fíggindar, og Waldemar Nowicki kundi lítið annað gera enn at hyggja, meðan bólturin smeyg sær inn um stongina.
Sjálvandi var hetta ein skelkur fyri heimaliðið, og hesin mundi ikki gerast minni, tá KÍ legði seg á odda tíggju minuttir seinni. Uppskriftin var eitt skjótt mótálop, har Hjalgrím Elttør fann ein leysan Fríðin Ziskason. Fríðin trekti inn í brotsteigin, og tá málverjin kom út lyfti miðvallarin hegnisliga í málið til endaliga úrslitið.
Seinastu løtuna royndu teir á heimaliðnum aftur at trýsta, men tá var KÍ komið rættiliga fyri seg, og uttan at nakar annar veruliga stórur møguleiki kom afturat, kundu gestirnir fagnast, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð.
Skotvenjing
Klaksvíkingar høvdu eisini alla orsøk til at fagnast hendan dagin. Í góðan tíma voru teir greitt við undirlutan, og teir á Sandi kunnu bert takka sær sjálvum fyri, at teir ikki avgjørdu dystin, meðan teir høvdu møguleikan.
Effektivitetur er tó eisini ein dygd í fótbólti, og ivaleyst man tað koma væl við hjá sandoyarvenjaranum, Kára Reynheim, at tað nú eru tvær vikur til komandi uppgávuna. Higartil hevur spælið hjá liðnum verið á heilt góðari leið og eisini alsamt betri, men fleiri av seinastu dystunum hava tó víst, at úrtøkan úr møguleikunum als ikki stendur mát við spælið. Við skotvenjing komandi vikurnar man hetta tó fara at batna, og so er spurningurin, um hetta er nóg mikið, tá teir um tvær vikur vitja HB í Gundadali.
B71-KÍ 1-2 (0-0)
1-0: Jógvan Jón Petersen 58
1-1: Jan Joensen 68
1-2: Fríðin Ziskason 78
Dómari: Oddmar Andreasen (HB)
B71: Waldemar Nowicki ? Bergleif Sólsker, Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen, Bjørn Thorsteinsson ? Hans Jørgen Djurhuus, Julian Florescu, Jón Brekku, Eli Hentze, Kári Nielsen ? Høgni Hansen
KÍ: Meinhardt Joensen ? Andres Jacobsen, Jan Andreasen, Símun W. Høgnesen ? Atli Danielsen, Jan Joensen, Fríðin Ziskason, Harley Bertholdsen ? Hjalgrím Elttør, Alexander Djordjevic, Erling Fles