280 metrar fyltir við marglæti liggja henda mikudagin í september við molan í Havn. "Vision of the Sea" er á jomfrúferð. Eitt sindur seinir á veg koma tygara útsendu stunandi við visitkorti í hond, ið vísir, at vit hava fingið tann serliga heiður at snodda til vælferðina eina løtu, meðan stásiliga farið liggur við bryggju.
Havnarbýur er á tremur við ferðafólki frá "Vision Of The Sea". Og tú staðfestir, at miðalaldurin í Havn hesa løtuna er drønaður langt upp um pensiónsaldur. Gomul fólk, nógvir pengar, ikki so galnir skattaborgarar at havt hjá Leivi Hansen.
At koma umborð er ikki bara sum at siga tað. Navnalisti liggur frammi. Myndalegitimatión krevst. "Deck eleven" sigur orientalski maðurin, ið tekur ímóti, og strikar okkara nøvn á listanum. Hvar er tað? Hálvvilstir leita vit longur inn í hetta flótandi hotellið. Ein onnur verð, ein onnur tíð, eitt annað fólk. "This way Paul!", sigur ein myrk kona við (allarhelst) mann sín. Tey ljóða amerikonsk. Hon skal upp á níggindu hædd. Fitt finna útav, at vit skulu í lyftina yvirav. Á dúrkinum (ella eitur tað kanska gólv, tá skipið or so stórt?) liggur teppi, ið avdúkar fyri okkum, at vit í dag hava "wednesday" ? mikudag.
Á ellivintu hædd er móttøka. Jan Christiansen, varaborgarstjóri tekur ímóti gávu. Hann smílist og takkar. Jú, Tórshavnar Havn hevur góðar dagar. 150.000 krónur leggur "Vision Of The Sea" eftir seg ? bara í havnargjaldi hesa lítlu løtuna. Samstundis fær Jan Christiansen at vita frá skiparanum, at tað hevði nú onki gjørt, um molin var nakrar metrar longri. Men tað gekk kortini. Og tað er heldur ikki so løgið. Tí skipið hevur upp í móti líka nógvar skrúvur, sum allur tann føroyski heimaflotin tilsamans, og motormegin er somuleiðis øgilig. Her verður eisini prátað um eitt skip, ið meira enn dupult so langt sum Norrøna. Í bruttoregistartonsum er "Vision Of The Sea" 79.000 br.tons. ? Norrøna umleið 7.000. Flaggskip valdast.
Tað er øgiliga torført ikki at vera fullkomiliga imponeraður av hesum stóra fari. 1900 Ferðafólk eru við. Manningin telur 700. Stórur partur kemur úr Eysturevropa. Prísirnir fyri eina langferð liggja úr 1000 dollarum fyri tey bíligastu plássini og upp í 15.000 dollarar fyri yvirklassan.
Langt har niðri sært tú Tinganes, stappar ein pinnamat í munnin og staðfestir, at hetta kennist næstan sum ein innflúgving. Og soleiðis kennist tað, líka inntil tú fært boð um, at nú verður matur niðri á fimtu hædd.
Løtu seinni situr serliga úrvalið av serliga innbjóðaðum føroyingum. Poul Mohr undirheldur við okkara borð meðan gestirnir hvør í sínum lagi skulu taka støðu til, um tey ynskja laks ella búff. Hvítvín ella reyðvín. Vatn ella Cola. Sjokulátakaku ella fruktkaku. Blíðskapurin er óførur. Skiparin er framvegis við. Situr við eitt borð fyri seg sjálvan. Hann smílist, men er móður, tí hann hevur vakt nú í 30 tímar.
"Hart arbeiði!"
Hugsar tú, og setir tenninar í ein hálvreyðan búff.