Margretha var í beige littari drakt og Heindrikkur í knæbuksum og reyðum jaktsokkum.
Danski journalisturin undir liðuni á mær spurdi, um tað vóru føroysk klæði, hann var í ...
Eitt av mongu blómutyssunum varð handað drotningini. Í Mykinesi var tað Ronja í Eyðanstovu, ið var blómugenta.
Varaborgarstjórin í Sørvágs kommunu, Jóhan á Ørg, bjóðaði drotningini og Heindrikki prinsi vælkomnum, og fylgið fór síðani niðan í flaggskrýddu bygdina.
Oskar Joensen greiddi frá um søguna og tey ymisku húsini. Eisini varð vitjað í Kristianshúsi, har málningar av Sámal Joensen-Mykines vórðu vístir fram.
Síðani fekk drotningin og fylgi hennara ein betri bita í bygdarhúsinum, áðrenn leiðin gekk til Miðvágs og Vestmanna.
Nógv á skránni
Í Miðvági vitjaðu drotningin og prinsurin á Krígssavninum. Vágakórið sang, og borgarstjórin, Albert Ellefsen, flutti fram røðu.
Í Vestmanna var nógv á skránni. Byrjað varð á Fiskivinnuskúlanum, har Jákup Mørkøre undirvísti hjúnunum í lívfrøði. Síðani fór Heindrikkur prinsur niðan á SEV og síðani til ungdómshølið »Staðið«, meðan drotningin helt seg til søgu og kirkjulív og vitjaði Søgusavnið og Vestmanna kirkju.