Eyðun Klakstein
??????????????
Um nakrar dagar kemur ein nýggj fløga út í Danmark. Tað er ikki óvanligt, men hesaferð er tað kanska av serligum áhuga fyri føroyingar, tí Maria Guttesen er ein av høvuðspersónunum á útgávuni.
Maria Guttesen og danin Stephen Nørlykke hava seinastu árini samstarvað um tónleik. Tey hittu hvør annan á musikkonservatorium í Århus, og síðani hava tey fingist við tónleik mest sum burturav.
Umframt at hava gjørt tónleik til onnur, hava tey eisini skrivað sangir og spælt inn til sín egna bólk, sum kallast Divided Minds. Og nú er fyrsta úgávan hjá hesum bólkinum klár at fara í sølubúðirnar.
Føroyar í tónleikinum
Fløgan kallast The Last Night, og á fløguni eru 12 nýskrivaðir sangir. Maria Guttesen hevur skrivað øll løgini, og hon hevur eisini verið við til at framleitt tónleikin, syngur og hevur spælt fleiri ljóðføri á útgávuni.
Í einum tíðindaskrivi, sum er sent frá danska plátufelagnum Cope Records, verður sagt, at føroyska bakgrundini hjá Mariu Guttesen hoyrist í tónleikinum.
? Føroyar eru eitt dramatiskt land. Tá ið náttúran leikar í, merkir tú, at tú ert partur av eini størri heild. Hetta hevur verið við til at gjørt meg til tann persón, sum eg eri í dag, sigur Maria Guttesen.
Stilt og vilt
Tónleikurin á fløguni hjá Divided Minds er popputur rocktónleikur við góðum løgum, sermerkta røddin hjá Mariu Guttesen er nærverandi, og undir spæla dugnaligir tónleikarar.
Sangirnir eru bæði stillir og villir. Sumt er meira eymt og róligt, meðan annað er sum tann føroyska náttúran á einum buldraligum degi.
Fyrsta stakfløgan av hesi útgávuni er komin út. Tað er ein sangur, sum kallast A Better Today, og hann hevur longu verið at hoyrt á P3 hjá Danmarks Radio. Hendan útvarpsrásin verður mett sum sentral, tá ið tónleikabólkar royna at røkka eini stórari, ungari áhoyrarafjøld.
Sangurin hevur eisini verið við á eini savnsfløguni hjá tíðarritinum Gaffa, og seinni í summar verður sangurin við á eini líknandi fløgu hjá SoundVenue.
Øðrvísi plátufelag
Plátufelagið Cope Records, sum stendur fyri útgávuni, er ikki heilt ókent í føroyskum samanhangi. Hetta sama plátufelagið stóð fyri útgávuni av fløguni hjá Clickhaze í Danmark.
Cope Record er eitt alternativ til tey etableraðu plátufeløgini, og endamálið hjá felagnum er at fáa tónleik hjá fyrst og fremst donskum tónleikarum út til fólk uttan tann stóra kostnaðin, sum oftast stendur av lýsingarherferðum.
Cope Records hevur avtalu við sølubúðir kring Danmark, og fløgan hjá Divided Minds fæst sjálvsagt eisini í Føroyum seinni í hesum mánaðinum.