Fyrsta konsertin á Tórsfest hevur nú verið, og tað var danska Maria Montell, sum sang á lítla pallinum á vaglinum.
Veðrið argaði eitt sindur, og í sirminum krokaðu tey flestu undir Hvonn teltinum. Onnur hava funnið sær regnjakkan og regnskjólið fram. Sirmið forðaði tó ikki børnunum í at stuttleika sær í "Spælilandinum".
Maria Montell hevur givið fleiri fløgur út, og gjørdi nógv um seg í 90'unum. Hon hevði m.a. lagið "Di Da Di", sum var eitt stórt hitt tá. Harumframt er hon eisini kend fyri at hava verið í parlagi við Fríðriki krúnprinsi.
Við sær á pallinum hevði Maria Montell m.a. føroyska trummusláaran, James Olsen, sum spældi cajon. Hann hevur eisini spælt við á einari fløgu hjá Mariu Montell í 90'unum.
Hóast eitt sindur av regni er eingin vindur, so vónandi slítur í seinni í kvøld. Beint nú er Burhan G farin á pallin.
Myndir frá konsertini hjá Mariu Montell eru at síggja niðanfyri.