Maria Olsen á Sjöhistoriska

Myndir av fiskimonnum:

Ein framsýning við fotomyndum úr myndabókini Images of Fishermen eftir Mariu Olsen læt herfyri upp á Sjöhistoriska museinum í Stockholm; myndirnar skulu teir komandi 18-24 mánaðirnar sýnast í fleiri norðurlendskum museum. 


Tann 27. juni læt framsýningin “Havsfiske – sex turer i Nordatlanten” upp í Sjöhistoriska Museet í Stockholm við myndum eftir svensk-föroyska fotografin Mariu Olsen. Til ferniseringina möttu eini 60 fólk, teirra millum tann danski ambassadörurin í Svöríki, Tom Risdahl Jensen, fólk frá Íslendsku Sendistovuni í svenska hövuðsstaðnum umframt onnur áhugað. 


Fotomyndirnar á framsýningini, einar 30 í tali, eru tiknar úr myndabókini “Images of Fishermen: the North Atlantic” eftir Mariu Olsen. Myndirnar dokumentera seks fiskitúrar við föroyskum, íslendskum, grönlendskum og hetlendskum fiskiskipum og vísa gerandisdagin og arbeiðið umborð – eitt óvanligt myndaevni. Talan er um ávikavist trolveiði, garnaveiði og línuveiði eftir millum annað upsa, sild, toski og rækjum. 


“Tað er spennandi at síggja myndirnar og hugsa sær ljóðið av maskinum og veldigum reiðskapi, og so skipið sum alla tíðina rörir seg,” segði Nanna Hermansson, sum vegna Samfundet Sverige-Färöarna er stigtakari til framsýningina. “Eitt sovorðið arbeiðspláss á sjónum er nakað heilt serligt og krevur ógvuliga nógv av bæði skipara og manning. Við framsýningini vilja vit í Samfundet Sverige-Färöarna siga frá um tann týdningarmikla fiskiskapin og lívið á teimum norður atlantisku oyggjunum.” 


Nanna Hermansson viðmerkti víðari: “Ofta verður ídag kjakast um fiskivinnu men sjáldan verður vinnan dokumenterað. So skjótt eg sá bókina hjá Mariu hugsaði eg at hetta er sera áhugavert fyri mong. Flestu fólk kenna lítið og einki til hendan serliga heimin á sjónum. Og myndirnar eru bæði vakrar og litsterkar. Tað er stuttligt at síggja lýsingar í Tunnilbananum í Stockholm við mynd av einum toski sum kemur flúgvandi upp um lúnningina.” 


Framsýningin ‘Havsfiske’ er vorðin til í samstarvi millum Statens Maritima Museer, Samfundet Sverige-Färöarna, Samfundet Sverige-Island og Nordisk Kulturfond.