Felagið skrivar um Mariu Pálsdóttir Nólsoy, at hon er partur av føroyska landsliðnum, har hon longu hevur útmerkað seg sum ein spennandi spælari við stórum menningarmøguleikum. Í tíðini í Horsens hevur hon víst sítt virði, har skjótleiki hennara, gjøgnumbrotsstyrki og góða hondbóltsfatan hava gjørt lívið trupult hjá nógvum verjum í deildini.
Stjórin í felagnum, Louise Svalastog, gleðir seg sera nógv til at fáa unga føroyingin í hópin:
– Maria er ein sera spennandi leikari, sum longu hevur prógvað, at hon kann avrika á høgum støði í deildini. Hon kemur við nøkrum toppførleikum í gjøgnumbrotsspæli og ferð, og samstundis fáa vit enn meira breidd og dynamikk í okkara baklinju. Vit gleða okkum sera nógv til at fáa hana inn í okkara umhvørvi og arbeiða víðari við hennara menning, sigur hon.
Maria Pálsdóttir Nólsoy gleðir seg eisini til flytingina til Keypmannahavnar, sigur hon við heimasíðu felagsins:
– Eg eri ótrúliga spent at taka næsta stigið á yrkisleið míni og flyta til København Håndbold. Eg føli, at tað er tað rætta fyri mína menning. Eg gleði meg at gerast partur av felagnum og stuðla á vøllinum. Eg vóni, at vit saman kunnu skapa eitt kappingarár fult av góðum upplivingum og sterkum úrslitum.
Maria Pálsdóttir Nólsoy flytur í summar til København Håndbold, har hon verður partur av hópinum til komandi kappingarár.











