Maria P. Nólsoy vann á Rakul Wardum

Horsens vann greitt á Ringkøbing

Mynd: Ritzau/Scanpix

Føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

 

Í Forum høllini í Horsens vunnu Maria P. Nólsoy og liðfelagar hennara 29-23 á liðnum hjá Rakul Wardum, Ringkøbing. Í steðginum var Ringkøbing á odda 14-12. Horsens var greitt omaná aftaná steðgin, og vann seinna hálvleik 17-9.

 

Maria skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir. Hon legði eisini upp til eitt mál (assist), og hon vann liðnum eitt brotskast.

 

Rakul bjargaði trimum av 14 málroyndum. Kappingarneytin, Stephanie Andersen bjargaði seks av 23 málroyndum.

 

Horsens er nummar sjey í deildini við átta stigum. Ringkøbing er nummar níggju við sjey stigum.

 

Mynd: Ritzau/Scanpix