Tá Lena Andersen meldaði avboð til Nordic Cowriters verksmiðjuna SPOT-Festivalinum, hevði Maria Guttesen tikið hennara pláss. Í ummælinum av endakonsertini verður Maria ikki nevnd við einum orði Spot festivalurin hevur leingi givið singer/songwriter tónleikagreinini gott pláss á festivalinum. Teitur er eitt av nøvnunum, ið festivalurin hevur hjálpt fram innan hesa grein.
Innan fyri karmarnar á Spot festivalinum var skipað fyri verkætlanini Nordic Cowriters, her hittust 12 tónlistafólk og skrivaðu í pørum sangir saman hesa vikuna, á Englesholm Højskole har tey ikki vórðu órógvaði av umheiminum. Úrslitið av hesum samstørvum var framført á Nordic Cowriter konsertini. Í ár vóru umframt Mariu Guttesen, danirnir Helgi Jonsson, CS Nielsen, Jimmi Andersen, Sara Grabow, Kajsa Vala og Mads Langer, grønlendski Angu Motzfeldt, norsku Marte Wulff og Thom Hell og svenska Josefina Sanner.
Ummælarin tyktist ikki tikin á bóli av upplivingini: ?Måske balladerne ligger lige for, når musikalske talenter der aldrig er mødtes, mødes ... og kun har fire dage sammen. Det kan også være en fælles forståelse af den nordiske Jantelov: lad være med at skrive det simple fede hit, det kunne jo være at du blev kendt.?
Ummælarin endar við at koma við einum ráði: ?...opfordringen må være at tematisere næste års Cowriter-session til noget i retning af ?Don?t take it that seriuosly?.?