Tað er summar, og tað er Summar Festivalur – og sangurin Sum eitt summar, ið hevur verið nógv at hoyra í seinastuni við Mariu á Lakjuni, verður eisini at hoyra, tá ið Bros hevur framførslu á Vágsbøi leygardagin.
11 ára gamla Maria á Lakjuni úr Fuglafirði, sum er fløguaktuel við útgávuni "Vøkur er verðin", sleppur eisini upp í part saman við bólkinum Bros úr Fuglafirði, har hon bæði fer at syngja saman við teimum, men eisini sjálv.
Bros er sangbólkur, sprottin úr Fuglafjarðar gentukóri, sum gav band út í 1986. Millum sangirnar, sum blivu kendir tá og enn eru nógv at hoyra, eru t. d. "Nú er summartíðin gylta" og "Gakk tú tryggur".
Syngjandi løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni er - eins og hann var tað í 1986 - primus motor fyri Bros. Afturat sær hevur hann fleiri av gentunum frá hesi útgávu, ið nú eru vorðnar eitt lítið sindur meira tilkomnar, tó at stemmurnar enn eru ungar.
Sonur Jógvan, Bárður, sum er kendur frá SALT og T.O.S., og sum saman við pápanum fyri stutt síðani gav fløgu út, verður eisini at hoyra - bæði saman við Bros, og eisini solo.
Teir, ið spæla undir hjá Bros, eru allir royndir tónleikarar. Høgni Klakstein spælir trummur, Eyðun Johannesen, bass, Jákup Heinesen, keyboard, Eyðun á Lakjuni, klaver, Pól Wolles, kassaguitar, Rúni Hentze, horn og síðst, men ikki minst er tað guitarlegendan Ólavur Øster á el. guitar. Ólavur spældi eisini við á útgávuni í 1986.
Bros verður at hoyra á Vágsbøi leygarkvøldið kl. 18.00.