Tað var Marianna Nielsen úr Havn, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum.
Høvuðsvinningurin var á 130.000 krónur, og kvinnan úr Havn valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 45.000 krónum í hvørjum leypi.
Í báðum teimum fyrstu royndunum steðgaði hjólið á 12.500 krónum.
Í fyrstu royndini var hon tveir seymir frá gula leypinum, og í aðru royndini var hon bert ein seym frá reyða leypinum.
Áðrenn triðju og seinastu royndina, helt hon fyri, at "alle gode gange tre". Men, heldur ikki hesaferð eydnaðist tað henni at fáa hjólið at steðga á einum leypi.
Og tó.
Triðja royndin gav henni tó meira í skjáttuna enn tær báðar fyrru royndirnar høvdu givið, nevniliga 15.000 krónur, sum gjørdist vinningurin hjá Marionnu Nielsen í kvøld.
- Tað er eisini fínasta slag, segði fegna kvinnan, sum soleiðis gjørdist 15.000 skattafríar krónur ríkari í kvøld, pluss 500 krónur fyri plátuna.