Marin er fødd 22.10.1932. Foreldur hennara vóru Petur og Tomasia Rasmussen. Hon er elst av fimm syskjum. Aftan á hana koma Petur Sigurd, Martha, og síðani tvíburðarnir Sjúrður og Sólrun.
Marin er av fittastu konum, altíð blíð, prátingarsom og innbjóðandi.
Tann 09.04-1962 byrjaði Marin hjá P/f Poul Hansen. Tað sigst, at hon byrjaði sum avloysara fyri lítlusystir sína Sólrun, sum tá fór í farloyvi. Ta tíðina, Marin arbeiddi har var hon í bókhaldinum, og eisini var hennara arbeiðsøki inn- og útgjaldingar, kassin og avstemming. Hon var eitt álitisfólk og fekk nógv á skaftið, og mangan hevði hon nógv at gera. Marin gavst hjá P/f Poul Hansen 31.05-2000.
Um tú kemur á hennara gátt á Gundadalsvegnum, er tað altíð eitt smíl, sum er tað fyrsta tú møtir. Síðani kemur kaffi á borðið og altíð eigur hon okkurt gott at bjóða afturvið
Marin hevur eingi børn, men ikki minni enn 39 ommu-og abbadiddubørn
Í kjallaranum í síni lítlu íbúð trívist Marin væl. Allarhelst man tað vera, tí ikki er langt millum húsini, og oman gjøgnum Gundadal, búgva hannara trúgvu vinkonur Anna, Hanna og Anna. Tað er sera áhugvert og stuttligt at síggja og hoyra hesar frísku damurnar sita og práta saman í fleiri tímar. Mangan spáka tær ein túr millum húsini og hitta hvørja aðra til ein drekkamunn, hugnaligt prát og stuttligar søgur. Onkuntíð sita tær og spæla Gekk, og tá er lív í stovuni.
Men eisini man tað vera ommudiddusonur hennara, ið hon er so ógvuliga góð við, sum ger at henni dámar so væl, at búgva í Gundadali. Mangan fær hann okkurt gott frá henni, og fleiri eru morgnarnir har tey hava sitið og práta, og etið morgunmat saman, niðri í hennara lítla heita køki.
Góða mostir og ommudidd. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á tínum 75 ára degi.
Takk fyri allar hugnaligar løtur, alla hjálp og gestablíðni, ið tú gevur okkum.
Sum sól á myrkum degi
Tú gevur okkum gleði
Tú er ein gyltur klettur, við heitum hjarta, og kundu vit ikki verið teg fyri uttan.
Takk fyri alla gleði, tú gevur ommudiddusoninum og okkum.
Kærar heilsur
Vit trý á loftinum