Marinustøðin brúkast til uppvenjing og umlætting

Marinustøðin í Havn eitur nú Tjarnargarður og ein bólkur roynir at finna útav, hvat húsið sal brúkast til. Ein tanki er at gera tað til venjingarmiðstøð og umlættingarpláss til eldri

Eldrapolitikkur

Marinustøðin í Havn verður nú kanska venjingarmiðstøð og umlættingarheim hjá eldri fólki í Tórshavnar Kommunu.
Tað er í hvussu so er ein tanki, sum er óglugliga frammliga hjá bólkinum, sum er settur at kanna eftir, hvat húsið best kann brúkast til.
Betala L. Samuelsen, sum er formaður í bólkinum, sigur, at fundir hava verið við nógvar áhugabólkar, eitt nú fysioterapeutar, ergoterapeutar, heilafelagið og onnur, fyri at fáa hugskot um, hvussu húsið best kemur til sín rætt. Í næstumverður fundur við fleiri stovnar.

Til tey eldru
Tað hevur alla tíðina ligið í luftini, at húsið, sum býráðið keypti frá statinum fyri 12 milliónir, skuldi brúkast til onkur eldramál til frama fyri tey eldru.
?Hesir áhugabólkar, vit hava tosað við, eru samd um, at tað er stórur tørvur á eini venjingarmiðstøð til eldri, sum hava brúk fyri tí, t.d. eftir eini heilabløðing, blóðtøppi, ella av onkrum øðrum bakkasti, sum førir við sær, at tey hava brúk fyri venjing.
Samstundis kann húsið brúkast til umlætting, so at summi av hesum fólkum eisini kunnu búgva í húsinum ímeðan tey fáa venjingar.
Hon sigur, at sjúklingar, sum verða útskrivaðir av sjúkrahúsi, hava ofta stóran tørv á venjing í langa tíð aftaná og í løtuni eru ikki nóg góðar umstøður til tað annars, og tí er stórur tørvur á eini slíkari miðstøð.
Hon skoytir uppí, at skal húsið gerast til ellisheim, krevur tað sera so stórar ásbøtur og broytingar, at talan verður at kalla um eitt nýtt hús.
Hinvegin ber tað væl til at gera tað til eina slíka miðstøð við smávegis broytingum.
Somuleiðis liggur húsið væl fyri, beint við Lágargarð, so tað ber væl til at hava felags køk við Lágargarð og møguleikarnir at byggja út eru eisini góðir, verður tørvur á tí.
Beata L. Samuelsen sigur, at ein slík venjingarmiðstøð er ein tanki, sum er frammaliga hjá bólkinum, sum annars er mannaður við Elini Lindenskov, Marjun Smith, fyristøðukvinnu á Lágargarði, Eyðun Jensen, leiðari á Sosialu deild hjá Tórshavnar Kommunu. Skrivari hjá bólkinum er Hanna Joensen.
Hon leggur tó dent á. at ongin endalig avgerð er tikin.
Hon sigur, at Tórshavnar Kommuna yvirtekur húsið 1. august og tá vóna tey at hava eina ætlan tøka fyri, hvussu húsið skal brúkast.
Men er tað ikki endaliga heilt greitt, hvat húsið skal brúkast til, er tað í hvussu so er greitt, at tað hevur fingið nýtt navn.
Marinustøðin eitur nú Tjarnargarður eftir tjørnini og tað sampakkar eisini væl við Lágargarð, sum er beint við.