Marita Christophersen hevur 25 myndir á sýningini. Talan er um akrylmálningar og myndir við pastellkriti á velourpappír.
Marita er sjálvlærd, men hevur tó verið á skeiðum í Danmark á kunsháskúlanum í Holbæk og hevur eisini gingið í kvøldskúla.
Hon hevur listina sum ítriv og myndirnar á sýningin eru myndir, ið hava sæð dagsins ljós so við og við.
Opið er í Smiðjuni í Lítluvík í dag og fram til týsdagin, allar dagar frá klokkan 15 til 20.