Hóast tað eru 30 ár síðani, at Marita Petersen varð vald til fyrsta kvinnuliga løgmann í Føroyum, so hevur eingin gjørt henni bragdið eftir. 18 ár seinni fekk Danmark fyrstu kvinnuna í forsætismálaráðið – og Svøríki fekk ikki sína fyrstu kvinnu sum stjórnarleiðara fyrr enn í 2021

Marita Petersen var fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðari í ríkinum

Í dag eru 30 ár síðani, at Løgtingið valdi Maritu Petersen til løgman. Tey flestu hava valla givið tí gætur, men Føroyar vóru langt framman fyri hini Norðurlondini, hvat javnstøðu viðvíkur, tá vit tosa um stjórnarleiðarar.

Hóast tað eru 30 ár síðani, at Marita Petersen varð vald til fyrsta kvinnuliga løgmann í Føroyum, so hevur eingin gjørt henni bragdið eftir. 18 ár seinni fekk Danmark fyrstu kvinnuna í forsætismálaráðið – og Svøríki fekk ikki sína fyrstu kvinnu sum stjórnarleiðara fyrr enn í 2021

Í dag eru 30 ár síðani, at Løgtingið valdi Maritu Petersen til løgmann, eftir at Atli P. Dam hevði lagt frá sær.

Tað var bara Noreg, sum hevði havt eina kvinnu sum stjórnarleiðara, tá floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum á fundi úti á Argjum seinnapartin leygardagin tann 16. januar í 1993 gjørdi av, at Marita Petersen skuldi loysa Atla Dam av sum løgmann. Tað var av sonnum stríðsval, tí valið stóð í millum tey trý landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum, Maritu Petersen, Thomas Arabo og Jóannes Eidesgaard. Atli P. Dam hevði gjørt av at leggja frá sær – og boðaði frá hesum, tá samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin varð skipað í januar í 1991.

Men hendan leygardagin í januar í 1993 var floksleiðslan hjá Javnaðarflokkin komin saman at taka dagar ímillum, hvør teirra skuldi taka við sum triði løgmaður Javnaðarfloksins – og valið fall á Maritu Petersen.

Noreg fekk ta fyrstu kvinnuna í ein stjórnarleiðarasess í Norðurlondum í 1979, tá Gro Harlem Brundtland gjørdist forsætisráðfrú.

Og tað var bara Føroyar afturat Noreg, sum í síðstu øld hevði eina kvinnu sum stjórnarleiðara.

Hesar eru fyrstu kvinnuligu stjórnarleiðarar í teimum átta Norðurlondunum. Árstalið er, tá tær fyrstu ferð tóku við sum stjórnarleiðari:

1. Noreg: Gro Harlem Brundtland 1979

2. Føroyar: Marita Petersen 1993

3. Finnland: Mari Kiviniemi 2003

4. Áland: Viveka Eriksson 2007

5. Ísland: Jóhanna Sigurðardóttir 2009

6. Danmark: Helle Thorning-Schmidt 2011

7. Grønland: Aleqa Hammond 2012

8. Svøríki: Magdalena Andersson 2021