Fløguaktuelli Marius Ziska kemur á ársins Voxbotn við sínum vøkru og fangandi løgum, ið hava vakt ans væl uttanfyri føroyskt fiskimark.
Marius Ziska gevur í hesum døgum nýggju fløguna Home/Heim út, ein fløga, ið kemur út í Føroyum, Danmark og Týsklandi. Tað er eingin ivi um, at umheimurin veruliga er farin at varnast henda inniliga sangskrivaran við vøkru røddini og stillføru útstrálingini.
Tá Ferðaráðið skuldi velja ein føroyskan sang til sína lýsingaherferð fyri Føroyum sum ferðaland á vetri, so fall valið á lagið Going Home við Marius Ziska. Hetta melankolska lagið saman við vøkru myndunum av Føroyum skapa eina ótrúliga inniliga mynd av okkara landi.
Oddamaðurin Hans Marius Ziska gjørdist veruliga kendur á føroyska tónleikapallinum í Prix Føroyum 1999, tá Flux í hvítum ketildraktum, fingu allar føroyingar at nikka við til Mr. Headless. Flux var eins og Marius Ziska í stóran mun Hans Marius, og longu tá var týðiligt, at her var talan um ein ungan mann við ótrúliga góðum oyra fyri góðum popprokkløgum.
Hann hevur síðan tá roynt seg innan tungmálm, rokk og seinastu árini við inniligan alternativan popp. Við rokkbólkinum Marius spældi hann seg í finaluna í altjóða GBOB kappingini og endaði sum besti norðurlendski bólkur á einum 6. plássi.
Men tað er serliga í alternativa poppinum við bólkinum Marius Ziska, at Hans Marius er farin veruliga at blóma.
Voxbotn er fegið at bjóða einum av Føroya bestu og mest spennandi nøvnum Marius Ziska á pallin.
Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni. Umframt Marius Ziska er tungmálmslegendan U.D.O., Byrta og Swangah longu avdúkaði og nógv fleiri nøvn fara at koma á skránni komandi tíðina.
Voxbotn varð fyrstu ferð hildið í 2012 og tað hevur verið útselt øll árini. Forsølan til Voxbotn 2015 gongur væl og fyrireikararnir vænta tí aftur nógv fólk í ár.