Teir spældu flottan, sveimandi rokk, sum lá skamt frá markinum til tað symfoniska.
Tað, sum er serliga áhugavert við Mariusi er, at tú merkir, at har liggja væl gjøgnumhugsað hugskot aftanfyri, ið virka sum barlast fyri sjálva framførsluna. Allir eru teir góðir tónleikarar, men fyri tað er eingin sjálvfylgja, at tú fært ein væl samanspældan bólk. Tað er Marius hinvegin í so stóran mun, at forsangarin hevur alla ta orkuna og evnini, ið skulu til, fyri eisini at vera ein góður entertainari, ið byggir brýr millum pall og áhoyrarar.
Sum heild kann sigast, at løgini eisini vóru rættiliga melodiøs, hóast tað kann vera torført at meta, um nakað veruligt hitt-potentiali er í teimum. Tað er tó eingin treyt fyri, at tónleikurin ikki kann fáa eitt væl uppiborið góðskustempul.
Tað skuldi verið løgið, um teir ikki verða bidnir aftur á G!