Í annaðkvøld klokkan 20 verður konsert við Marius í Eiðis kirkju.
Áki Leitisstein Hansen, trivnaðar- og ferðavinnumennari í Eiðis kommunu, er sera spentur upp á hesa konsertina. Marius er eitt av spennandi føroysku tónleikanøvnunum í løtuni og gera í hesum døgum eina nýggja fløgu. Eiðiskirkja er eitt framúrskarandi høli, og vónirnar eru góðar til eina góða og spennandi konsert.
Aftan á konsertina verður høvið at støkka inn á gólvið til málningaframsýning hjá Sigrun Gunnarsdóttir.
Marius Ziska, sum gleðir seg at framføra í Eiðis Kirkju og Áki L. Hansen vitjaðu seinnapartssendingina hjá Rás2 í dag. Til ber at hoyra prátið við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI.