Marius, Hallur og Gipsy Train í Tutl

Í fagrasta veðrið verða seinastu summarkonsertirnar framførdar í TUTLhandlinum.

 

Síðani 27.juni hava umleið 50 vælvitjaðar konsertir verið gerandisdagar kl.16. Íalt umleið 30 ymsir bólkar hava framført.

 

-Undirtøkan millum føroyingar og ferðafólk hevur verið yvir allar vónir, og tí hava vit avgjørt, at halda áfram við Summarkonsertunum í sama líki næsta ár. siga fyrireikarar.

 

Í dag, mikudag kl. 16 verður tað bólkurin Marius, ið spælir. Í morgin er tað Hallur Joensen, ið júst hevur útgivið nýggja fløgu sum spælir.

 

Fríggjadagin er tað festligi poppbólkurin Gipsy Train, ið leggja lokið á Summarkonsertirnar fyri í ár.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.