Marius og Lyon í Tøting

Konsert verður við Marius og Lyon, leygarkvøldið 11. september kl 20.00 í gamla bygninginum hjá Tøting í Syðrugøtu.

Eftir eitt spennandi summar við nógvum festivalum og tónleikatiltøkum kring landið, gerð Tónleikasamtakið Grót seg nú klárt til at halda tónleikin koyrandi gjøgnum myrka veturin.

Sum eina roynd, ferð Grót leygarkvøldið 11. september at skipa fyri konsert í gamla bygninginum hjá Tøting í Syðrugøtu, hetta er fyrstu ferð at hesi høli verða nýtt til tónleikaframførðslur og verður hetta tiltak tí ein søgulig hending. Men hóast hetta bert er ein roynd, so verður sanniliga ikki spart uppá krútið. At framføra hava vit fingi Marius saman við bólki sínum, ið er mannaður av sera dugnaligum tónleikarum, teir fara millum annað at framføra løg av nýggju EP´ini Masses. Somuleiðis koma vit at uppliva Lyon Hansen, vinnara av singer-songwriter kappingini 2010, sum eisini hevur verðið nógv at hoyra í summar við vakra lagnum Spiritual.