Marius vann gull

Fyri lítlari løtu síðani tryggjaði Marius Joensen sær eina gullkrónu aftrat i skeet-skjóting

Tað eydnaðist Mariusi Joensen at vinna finauna ímóti Lennart Åkeblom úr Álandi í skeet-skjóting.

Harvið hevur Marius vunnið tvær gullkrónur á hesum oyggjaleikunum.

Merkisvert er tað, at Lennart Åkeblom er giftur føroysku Rannvá. Teir báðir – Marius og Lennart – eru vinmenn. Tey bæði, Rannvá og Lennart, eiga ein son, sum eitur Marius. Hann er uppkallaður eftir Mariusi Joensen, sum fyri løtu síðani vann finaluna í skeet-skjóting ímóti vinmanninum!

 

Seinni í dag verður meiri at frætta um finaluna her á in.fo - bæði livandi myndir og samrøða.