Neistakvinnur meldaðu seg eftirtrykkiliga inn í oddastríðið í SMS-deildini við einum 25-24 sigri á H71, ið áðrenn dystin í kvøld hevði vunnið allar fimm dystirnar í landskappingini sum liðið hevði leikt undan dystinum ímóti Neistanum í kvøld.
Ingunn Kristina Persson gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum, Stina Madsen skoraði fýra mál. Marita Mortensen gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Maria H. Weyhe og Durita T. Joensen skutu fimm mál hvør.
TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum og sigursmálinum Marjun Danberg skoraði heilt ímóti dystarenda.
2) Hoyr Sjúrð H. Hoydal og viðmerkjaran, Sophus Dahl Christiansen taka stutt samanum dystin.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Marjuna Danberg.
- Eg eri megaglað, greiðir ein ovurfegin Marjun Danberg frá. Sigurin kemur sera væl við hjá neistakvinnum, ið nú aftur eru har tað er stuttligt at verða.
- Vit hava arbeitt hart fyri at koma hertil, slær Marjun Danberg fast.
Marjun Danberg greiðir eisini í samrøðuni frá sigursmálinum sum hon skoraði beint áðrenn leiklok.
HERber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hall Danielsen, venjara hjá H71.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 7 | 196 | 153 | 43 | 11 |
NEISTIN | 8 | 189 | 170 | 19 | 11 |
H71 | 6 | 169 | 148 | 21 | 10 |
KYNDIL | 6 | 135 | 160 | -25 | 4 |
STJØRNAN | 6 | 138 | 150 | -12 | 3 |
STÍF | 7 | 134 | 180 | -46 | 1 |