Marjun í Kálvalíð: – Fólk fegnast at sleppa aftur í kirkju

– Fólk hava veruliga ynskt at sleppa aftur í kirkju. At vera til gudstænastu er nakað, sum tey eru von við, og tey duga illa at vera hana fyriuttan. Nú kundu tey frøast aftur, sigur Marjun í Kálvalíð, prestur í Vágum

Orð: Snorri Brend/folkakirkjan.fo

 

GUDSTÆNASTA: En-di-li-ga!

Hjá mongum mundi tað kennast hugaligt at vakna sunnumorgunin, við at tey hoyrdu kirkjuklokkurnar kalla inn til gudstænastu kring oyggjarnar.

Soleiðis hevur ikki verið í kirkjunum síðani í desember í fjør. Hetta førdi so aftur við sær, at gudstænastur hvørki vórðu hildnar á jólum, um nýggjársleitið ella í januar. Ikki fyrrenn sunnudagin 23. januar, kundu kirkjudyrnar lata upp aftur.

Ein teirra, sum fegnast um hetta, er presturin Marjun í Kálvalíð, sum henda dagin hevði gudstænastu í Sørvági.

Hetta mundi helst vera eitt, sum kirkjufólkið sá fram til, tí veruleikin er, at tey ikki hava verið í kirkju her síðani 2. jóladag í fjør, tá deknagudstænasta var.

- Jú, eg haldi eg fólk vóru sera fegin. Fleiri teirra søgdu beinleiðis, at tey høvdu saknað at kunna fara í kirkju aftur, segði Marjun í Kálvalíð við Kringvarpið, tá tíðindakvinnan, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen tosaði við hana í tíðindasendingini sunnukvøldið.

- Henda tíðin hevur verið rættiliga tómlig, sigur presturin.

 

SETTUST IKKI AFTUR

Tá Marjun kom til kirkjuna í Sørvági, merkti hon beinanvegin hesa gleðina um at síggja aftur andlitini á øllum kirkjufólkinum.

Eitt annað, sum hon legði merki til var, at tað haraftrat vóru rættiliga nógv fólk, sum komu í kirkju.

- Eg hevði kanska væntað, at onkur teirra fóru at setast aftur vegna høgu korona-tølini, og at tey tí ikki tordu at koma í kirkju.

- Men eg vil tó siga, at tað í roynd og veru vóru fleiri fólk í kirkju enn vanligt. Tað var ordiliga deiligt at síggja tey øll, sigur Marjun.

Fyri hana er lítil ivi um orsøkina til, at so mong høvdu leitað sær til gudstænastuna sunnumorgunin: 

- Tað er sjálvandi hetta, at ein nú umsíðir slapp inn í tað kirkjurúmið, sum ein er uppvaksin í, um ein kann siga tað so. Her hevur tú sitið á tínum fasta sessi í mong ár, men at tú so knappliga føldi, at kirkjuhurðin á ein hátt hevur verið stongd fyri tær.

- Jú, hetta var ein góð løta, slær Marjun í Kálvalíð fast.

 

##med2##

 

LØGIÐ AT SITA HEIMA

Fyri allar prestarnar í fólkakirkjuni hava hesi seinastu tvey árini somuleiðis verið øðrvísi og serstøk, men ikki minst avbjóðandi.

- Ja, henda tíðin hevur verið rættiliga tómlig hjá okkum, fyri at siga tað júst sum tað er.

- Sært tú, - hjá einum presti hevur tað verið undarligt, at hann ein sunnumorgun bara situr heima við hús og lurtar eftir eini gudstænastu í útvarpinum ella tú hyggur eftir henni í sjónvarpinum.

- Ein slíkur dagur fer mestsum bara framvið, og tú hevur ikki verið nakrastaðni, hvørki í kirkju ella á møti. Jú, tað hevur verið sera løgið, greiðir Marjun frá.

Og hon leggur aftrat:

- Eg veit ikki, um man kann siga tað so, men man hevur líkasum følt seg eitt sindur arbeiðsleysan eina slíka løtu.

Frammanundan eini og hvørjari gudstænastu brúkar ein prestur nógva tíð til fyrireiking av prædikuni, øllum tí sum lesast skal og eisini tað at skula velja sálmarnar til dagin.

- Og nú hevur altso einki verið av slíkum í eina tíð. Men nú byrja vit aftur, slær hon fast.

 

MÁ IKKI HENDA AFTUR

Sunnudagin 23. januar var aftur skipað so fyri, at kirkjuklokkurnar ringdu sum vanligt og fólk streymaðu í kirkju. Hetta var avgjørt nakað, sum kirkjufólkið fegnaðist um og gav úttrykk fyri við prest.

- Fleiri teirra søgdu, hvussu gott tað var at tey umsíðir kundu sleppa aftur í kirkju. Onnur vóru meiri avgjørd og søgdu beinleiðis, at kirkjuligu myndugleikarnir ikki á nakran hátt máttu steingja kirkjurnar aftur.

Marjun greiðir frá, at gudstænastan byrjaði klokkan 11, men at fólk vóru møtt í góðari tíð frammanundan.

- Eg var í góðari tíð í Sørvági, og mín sann um tað ikki eisini vóru fleiri av kirkjufólkunum, sum møttu fyrri, foldaðu sínar hendur og takkaðu fyri at gudstænasta var aftur, sigur Marjun í Kálvalíð.