Í gjár frá klokkan 14-18 hevði listamaðurin, Pól Skarðenni, málningaframsýning í Stovuni í Virkinum á Sandi. Hetta var eitt tiltak, sum Lions Tindur skipaði fyri.
Atgongumerkið á 50 krónur, sum fer til vælgerandi arbeiði hjá lionsfelagnum, helt ikki fólki aftur at vitja framsýningina hjá úrmælinginum innan málingalist.
Umleið 100 fólk vitjaðu framsýningina hjá Pól Skarðenni hesar fýra tímarnar, og hetta eru bæði listamaðurin og Lions Tindur væl nøgd við.
Flestu motivini á framsýningini vóru úr Sandoyar sýslu, og vit hava skilt, at fleiri málningar vórðu seldir á framsýningini.
Atgongumerkini vóru eisini ein lutaseðil, sum gav vinnaranum møguleikan at keypa list hjá Pól Skarðenni fyri 5000 krónur.
Tá drigið varð um seld atgongumerki, gjørdist Marjun Jensen á Sandi hepni vinnarin.
Á myndini her omanfyri er hon saman við ommubarni, formanninum í Lions Tindur, Hans F. Hansen og listamanninum, Pól Skarðenni.