Marknaeftirlit í fimm ár afturat

Eftir øllum at døma, so sleppur Danmark at halda fram við at hava eftir við markið millum Danmark og grannalond síni.

 

Tað skrivar Politiken í dag.

 

Síðan flóttafólkakreppuna, hava fleiri evropisk lond sett eitt eftirlit av við markið, ið annars avtikið við Schengen avtaluni. Orsøkin var tá, at flóttafólkastreymurin var ikki nóg væl stýrdur og fleiri komu óskrásett inn í ymisk lond.

 

ES gav eitt fyribils loyvi, ið síðan er longt. 11. november í ár skuldu mørkini av røttum takast aftur, men millum annað Týskland, Frakland og Danmark hava biðið um at fáa loyvið longt.

 

Higartil hevur tað verið so, at ES gevur loyvi í upp til seks mánaðar hvørja ferð, men tað skal ikki fara uppum tvey ár tilsamans, so skulu mørkini verða burtur aftur. Nú ætlar kommissiónin, at londini sjálvi kunnu áseta sær eitt tíðarskeið upp til eitt ár, og síðan kann ES geva loyvið, ið kann verða galdandi í upp til tvey ár. Tað loyvi kann endurnýggjast einaferð, ið ger tað møguligt at hava marknaðareftirlitið í upp til fimm ár afturat.

 

Um eitt land skal hava eftirlit við sítt mark, er neyðugt at vísa á, at órógv ella trupulleikar við uttaru mørkini í ES, kunnu hava eina órógvandi ávirkan á viðkomandi landið ella viðkomandi samfelag.a