Marknagildepilin er ein Bjarnatænasta!

Dánjal M. Joensen
Formaður í Ung fyri Miðflokkin
----

Menningin av undirvísingarkervinum fer fram við tílikari ferð í løtuni, at ilt er at meta um hvørjar avbjóðingar vit standa við, við endan av árinum 2013, tí ber als ikki til at hyggja 50 til 70 ár fram í tíðina við Marknagilsloysnini, har nýttur verður ein leistur, sum tíðin er runnin frá longu í dag.
Í londunum rundan um okkum er tað ein royndur lutur, at tað er ikki tann lesandi sum kemur til “skúlan”, men “skúlin” má koma til tann lesandi, við júst teimum tilboðum sum rákið í tíðini krevur. Longu í dag er ikki neyðugt at fara frá húsum, ynskir tú at fara undir fyrireikandi og hægri lestur. Tíðin er farin frá Marknagilsdeplinum.
Tørvur er á tilboði sum røkkur út um gomlu rammurnar sum eru góð hølir og góð frálæra. Karmar til sosial- og mentunarlig tiltøk, sum skapa relatiónir og intellektuella menning, skal vera integreraður partur av útbúgvingarumhvørvinum. Tað verða tílíkar karmar ungdómur okkara verður at søkja til. Verður hann ikki skaptur her á landi, søkja tey uttanlands, og Marknagilsdepilin nøktar als ikki henda tørv.
OECD ber fram í frágreiðing hvønn týdning høvuðstaðurin hevur fyri landið, og finnist m.a. at donsku fólkatingspolitikarum, at hesir hava alt ov lítla umsorgan fyri høvuðsstaði teirra. Er trupulleikin at finna her heima hjá okkum eisini? Mælt verður m.a. til at seta ein ráðharra fyri høvuðsstaðin.
Uppgávan er munandi størri enn at skapa karmar til 1200 næmingar og 300 lærarar við ein ringveg. Neyðugt er at skapa sosialar- og mentanarligar karmar, har vit menna eina framkomna býkjarnu, eina framkomna gongugøtu við viðkomandi “býrúmum”, ein framkomnan lestrarbý, við alskins sosialum- og mentanarligum tilboðum, í okkara vindbarda høvuðsstaði.
Marknagilsdepilin er ein bjarnatænasta fyri okkara ungdóm og landið sum heild, tá einans verður hugt eftir hvussu til ber at skapa góðar karmar fyri frálæru. Íløgan verður sera illa gagnnýtt. Ímyndið tykkum hinvegin, við føroyskari arbeiðsmegi at fara undir eina miðvísa menning av høvuðsstaði okkara, næstu fimm til seks árini, við smærri verkætlanum, sum eru einfaldar at stýra, og sum at enda hevur við sær at 1200 næmingar streyma út í miðbýin í høvuðsstaði okkara hvønn skúladag.
Tilboð
Eg havi sett meg í samband við altjóða arkitektafyritøku, sum hevur serkunnleika á økinum, sum er áhuga í at fara í samstarv við Landsverk og Tórshavnar kommunu, um í felag at flyta Miðnámsskúlarnar oman í miðbýin, har til ber at byggja eftir føroyskum leisti, einans við føroyskari arbeiðsmegi, í smáum eindum, ymsastaðir í miðbýnum, forskotið í tíð um neyðugt, so ment verður eitt umhvørvi sum er kappingarført við lestrarbýirnar í londunum kring okkum.