TAÐ eru ikki bert bankamálið og uttanlandsskuldin, sum hava tørv á eini loysn eftir valið í næstum. Eitt annað stórmál, sum hevur verið tagt burtur nú í eina tíð, er marknatrætan við bretar.
HETTA er eitt eins týðandi stórmál sum bæði bankamálið og uttanlandsskuldin.
EINS og við hinum báðum umrøddu málunum kann eisini sigast um marknatrætuna við bretar, at nú hon hevur vart so leingi, hevur tað ikki skund at fáa eina avgerð her og nú undan valinum. Tá kunnu vit eisini bíða í nakrar vikur og latið nýggjar kreftir sleppa framat
HETTA málið hevur staðið óloyst nú í meira enn 20 ár. Partarnir høvdu nærkast nógv hvørjum øðrum, tá løgmaður gjørdi av at taka málið úr hondunum á samráðingarnevndini og flyta tað upp á hægsta politiska støði. Í brævi 27. januar heitir Edmund Joensen, løgmaður á danska forsætisráðharran um at fáa í lag ein fund við bretska starvsfelagan, Blair, har teir tríggir leiðararnir kunnu viðgera marknatrætuna.
FÓLKATINGSVALIÐ gjørdi, at málið varð útsett, og nú løgtingsval varð útskrivað má roknast við, at danski forsætisráðharrin hevur tikið somu støðu í hesum málinum eins og hann hevur gjørt í bankamálinum, nevniliga hana at bíða til eftir valið.
EFTIR okkara tykki eigur ikki at verða drálað við marknatrætuni. Men vit halda tó, at tað er best fyri allar partar, um tað verður tað landsstýrið, sum skal stýra Føroyum komandi fýra árini, sum tekur sær av hesum álvarsspurninginum - og ikki núverandi stýrið við Edmund Joensen, løgmanni á odda. Tað eru eisini ymsar áskoðanir um, hvussu væl júst løgmaður hevur dugað at handfarið hetta málið. Fýlst hevur verið at honum fyri ikki at hava lurtað nóg væl eftir sakkunnleikanum.
MARKNAMÁLIÐ er heilt náttúrliga tengt at einum øðrum stórmáli, nevniliga tí nógv umrøddu oljuleitingini á føroyska landgrunninum. Hesi málini eru tvinnað saman, og hava sum so ómetaliga stóran týdning fyri Føroya framtíð.
UM somu tíð sum vit tí bíða eftir eini loysn á marknamálinum bíða útlendsku oljufeløgini eftir tí fyrstu útbjóðingarrunduni á føroyskum øki. Løgmaður hevur sagt, at hann prioriterar markið framum eina oljuleiting við Føroyar. Tað kann ljóða skilagott, men eigur tó ikki at setast so ultimativt upp kortini. Tí við tí rætta handalagnum eigur at bera til at fáa eina útbjóðing um somu tíð sum vit leggja seinastu hond á marknatrætuna. Hóast vit ikki eiga at skunda nakra oljuleiting ígjøgnum, so er eisini greitt, at oljufeløgini, sum longu hava brúkt nógva tíð og orku uppá at fyrireika seg til leitingina við Føroyar, vilja sleppa í gongd .
NÚ eru so bert fáar vikur eftir til valið, og kann tað eisini vera gott at reinsa luftina og harvið fáa nýggj andlit í Tinganes at standa á odda fyri bæði marknasamráðingunum og menningini av oljuvinnuni. Tá okkara politikarar leggja so stóran dent á bankamálið og skuldarspurningin, so eiga teir haraftrat at taka marknamál og oljumenning uppí sum ein minst líka týdningarmiklan spurning. Eins og hini fyrrnevndu eigur mark og oljuleiting at fáa fyrsta prioritet hjá tí nýggja landsstýrinum. Um tað so verður tásitandi løgmaður ella ein av landsstýrismonnunum, sum kemur at umsita hesi málini, so er í hvussu er greitt, at hesi málsøkini verða kanska tey mest týðandi í nýggja komandi landsstýrinum. Og eftir okkara tykki fer tað ikki at tæna søk Føroya, um ein borgarlig samgonga framhaldandi skal umsita hesi málini. Tað mugu aðrir flokkar gera. Og hjá hesum flokkum ræður fyrst og fremst um at brúka allan tann neyðuga sakkunnleikan, sum vit hava til taks. Politikararnir skulu hava meiningar, men teir mugu eisini loyva okkara professionellu fakfólkum at sleppa til arbeiðis.