Markus skoraði sigursmálið

1. DEILD: 07 Vestur tapti í Runavík, hóast gestirnir vóru ofta í heimabrotstiginum

Rúni Rasmussen hevur ábyrgdina av menningarliðnum hjá NSÍ, sum spælir í 1. deild

Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ í kvøld høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá 07 Vestur.

 

Úrslitið ber við sær, at NSÍ er á sjeynda plássi við 10 stigum, og at 07 Vestur er á níggjunda plássi við fýra stigum.

 

Tølini á dystir.fo siga, at gestirnir høvdu fleiri royndir á og við síðuna av málinum enn heimaliðið, og at 07 Vestur vann 9 hornaspørk, meðan NSÍ vann 2 hornaspørk.

 

Men tað var bara NSÍ, sum skoraði. NSÍ vann brotspark í 69. minutti, og tað umsetti Markus Klein Danielsen til 1-0 heimaleiðslu, og brotssparksmálið vísti seg at verða sigursmálið.

 

Hetta var fjórða ferðin, at 16 ára gamli Markus Klein Danielsen var málskjútti í 1. deild.   

 

Tá ið NSÍ liðið í bestu deildini leygardagin vann 7-1 á útivølli ímóti FC Suðuroy, varð Markus Klein Danielsen fyri fyrstu ferð skiftur inn á besta NSÍ liðið. Í kvøld var hann alla tíðina á vøllinum í Runavík.

 

NSÍ liðið var í kvøld mannað við ungum spælarum saman við veteraninum Pól Jóhannus Justinussen, sum var liðformaður.

 

Á liðnum hjá 07 Vestur vóru brøðurnir Dann Fróðason og Eiler Fróðason teir einastu, sum plaga at vera á listanum, tá ið besta liðið spælir.

 

Fríggjadagin um eina viku fær NSÍ vitjan av EB/Streymi, og hósdagin í næstu viku fer 07 Vestur at spæla á Skála.

 

Rúni Rasmussen hevur ábyrgdina av menningarliðnum hjá NSÍ, sum spælir í 1. deild