Marley var fimmfaldur málskjútti

1. DEILD: Eftir stórsigur ímóti illa sølaða næstbesta liðnum hjá KÍ bjóðar AB seg fram í kappingini um at flyta upp

Marley Blair úr AB skoraði fimm mál í gjárkvøldið, tá ið AB á heimavølli vann 6-0 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Hann er nú toppskjútti í 1. deild við 9 málum. Mynd: AB

Tað endaði við 6-0 heimasigri, tá ið AB í gjárkvøldið hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. Liðið hjá klaksvíkingum hevur tapt seinastu fýra ferðirnar við málmuninum 2-14. Manningarligu skiftingarnar eru nógvar, og nú eru tað fimm stig aftur til HB, sum við níggju stigum er næstaftast.

 

Heilt stóri maðurin á Argjum í gjárkvøldið var eingilski AB álopsspælarin Marley Blair. Hann skoraði fimm av teimum seks AB málunum – tvey síðsta korterið undan steðginum og trý síðsta hálva tíman. Hann hevur verið við í øllum dystunum í ár, og undan dystinum í gjárkvøldið hevði hann skorað fýra mál. Nú er hann toppskjútti í 1. deild við níggju málum.

 

AB er á fimta plássi við 23 stigum. Tað er eitt stig fram til FC Suðuroy og TB, sum bæði spæla nú klokkan 13. FC Suðuroy eigur heimadyst ímóti B36, og TB fer at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.

 

Um eina viku fer AB í síðsta umfarinum undan summarsteðginum at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og tá fer KÍ at fáa vitjan av FC Hoyvík.

 

 

 

Marley Blair úr AB skoraði fimm mál í gjárkvøldið, tá ið AB á heimavølli vann 6-0 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Hann er nú toppskjútti í 1. deild við 9 málum. Mynd: AB