Marna Egholm fer í dag at luttaka í NM í lendisrenning í Gøteborg. Hetta er aðru ferð, at føroyingar hava umboð í kappingini, tí Valborg Heinesen luttók í Reykjavík í 2013, skrivar fif.fo.
Kappingin er krútsterk og tí hevur Frælsur Ítróttur Føroyar bara sent ein luttakara. Tað sigur eisini nakað um styrkina á kappingini, tá Ísland hevur valt als ongan at senda, av ótta fyri, at teirra luttakarar fara at tapa so dyggiliga.
FIF skriva bersøgnir, at teir vænta, at Marna Egholm fer at liggja í aftara endanum av kappingini, men eru tó fullvísir í, at hon fer at stríðast til seinasta fetið er tikið.