Marnar Djurhuus, sum rennur fyri Treysti, og Rakul N. Arge, sum rennur fyri Hvirluna, vunnu aftur í ár FM í hálvum marathon, sum varð runnið í Klaksvík í gjár.
18 ára gamli Marnar Djurhuus av Morkranesi var nógv skjótastur í kappingini í gjár. Hann var slakar fimm minuttir framman fyri tann næsta í røðini, tá ið hann kom á málið. Tíðin hjá Marnar var 1.14,35. Nummar 2 var Sam Vang við tíðini 1.19,10, og nummar 3 var Andrias Hansen við tíðini 1.19,20.
Hjá kvinnum var Rigmor Napoleonsdóttir Arge greiður vinnari. Rigmor kom á mál í tíðini 1.31,26, og tað var fýra minuttir framman fyri Durutu R. á Lofti, sum rann í tíðini 1.35,24. Nummar 3 var Rebekka Fuglø við tíðini 1.37,38.
Allar tíðir og øll úrslit í teimum ymsu bólkunum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Treysti, sum skipaði fyri kappingini.