Tey, sum verða nevnd í frágreiðingini hjá Carsten Fode, advokati, um gamla Eik Banka, hava ongan møguleika at verja seg.
Tað sigur fyrrverandi forstjórin í Eik Banka, Marner Jacobsen við útvarpið.
- Orðingarnar í frágreiðingini hjá Carsten Fode eru ógvuliga generellar. Av tí at eg ikki veit, hvat hann byggir sínar niðurstøður á, fái eg ikki vart meg, sigur Marner Jacobsen við Útvarpið.
Carsten Fode, sum hevur kannað virksemið hjá bankanum, mælir millum annað til, at endugjaldskrav verður reist móti leiðsluni, nevndini í Eik - umframt grannskoðanini.
Men Marner Jacobsen heldur ikki, at frágeðingin speglar veruleikan.
- Um tey hildu, at okkurt var at koma eftir, áttu tey bara farið í rættin alt fyri eitt, tí tá fingu vit vart okkum, sigur fyrrverandi Eik-stjórin við útvarpið.