Í dag 25. september verður Marni Zachariassen, ættaður úr Norðragøtu, 70 ár. Í hesum sambandi hevur beiggi hansara Jan skrivað hesa heilsan til Marna:
Marni er sonur Jákup Sofus Zachariassen, (1910-1991) í Mortanstovu í Norðragøtu og Annelenu f. Tausen, (1914-1998).
Jákup var sonur Zacharias Zachariassen (1853-1921) í Norðragøtu og Marin Frederikke (f. Jacobsen) frá Skipanesi. (1876-1957). Marni er tískil uppkallaður eftir ommuni.
Annelena var elsta dóttir Hans Tausen, ættaður úr Hovi, uppvaksin í Lamba og Haldu (f. Hammer) av Hamri á Toftum. Tey búðu í Runavík.
Børnini hjá Jákupi og Annelenu eru:
1. Zacharias Zachariassen, føddur 1935
2. Hermundur Zachariassen, føddur 1937
3. Marni Zachariassen, føddur 1938
4.-5. Tvíburasystrarnar: Hallbjørg Zachariassen og Arnbjørg Antonisen (f. Zachariassen) føddar 1942
6. Flóvin Tyril (f. Zachariassen), føddur 1943
7. Jan Tausen Zachariassen, føddur 1952
Øll eru deyv uttan Zacharias og Flóvin, um búgva í Norðragøtu. Hermundur býr á Argjum. Hini systkini búgva í Danmark.
Sóust fyrst bert eina ferð árliga
Orsakað av sínum deyvleika var hann í februar 1946, sjey ára gamal, noyddur at fara til Danmarkar á deyvaskúla saman við sínum eitt ár eldri beiggja Hermund. Í 1949 komu tvíburasystrarnar eisini til Danmarkar í somu ørindum.
Beiggjarnir fóru fyrst á deyvaskúlan, sum lá á Kastelvej í Keypmannahavn, og síðan fóru teir á deyvaskúlan í Fredericia.
Hesi deyvu systkin komu fyrstu árini heim at ferðast eina ferð árliga, tað var í summarfrítíð. Seinni sluppu tey eisini heim á jólum. Tað var ein hørð tíð við gráti og longsli, tá ið farast skuldi aftur til Danmarkar, men so mikið størri var gleðin, tá ið komið var til Føroya við ferðamannaskipi.
Tað var spenningur og gleði at síggja Føroyar koma undan havsbrúnni, og ikki var spenningurin minni, tá ið tað umsíðir varð lagt at í Havn og síggjast kundi henda stóra fjøldin av fólki, sum stóð á bryggjuni.
Øll veitraðu, sum um tey vildu ynskja øllum ferðafólkunum vælkomin til Føroyar. Skimast var væl eftir, um mamma og pápi mundu vera vera millum øll hesi fólkini? Tað vóru tey sjálvsagt saman við ættarfólki og kenningum. Tey vóru líka so spent sum vit.
Tá ið tað nærkaðist atlegging, gjørdist tað so sera trongt umborð. Øll vildu sleppa fram at lúnningini, so síggjast kundi niður á mannamúgvina og kanska fáa heilsa uppá kenningar, meðan skipið legði at.
Okkara foreldur og hoyrandi beiggjar dugdu teknmál, og tí kundu tey samskifta við síni umborð, hóast tað ikki var hoyrandi ímillum.
Tá ið so landgongdin kom umborð, varð aftur ein troðkan at sleppa skjótt í land. Men her var bert at hava tol, inntil vit endaliga komu fram til tey, sum vóru komin ímóti okkum.
Tey hugdu at okkum, og vit hugdu at teimum. Øll og serliga børnini vóru jú eitt sindur broytt hetta heila ella hálva árið, vit ikki høvdu sæst. Soleiðis upplivdi Marni eisini síni barnaár.
Hann var 13 ár, tá ið eg var føddur. Øll systkini vóru so spent uppá, um hetta fór at gerast ein genta ella drongur. Beiggjarnir væntaðu ein beiggja, meðan systrarnar væntaðu eina systir. Marni var eins errin og hini um, at tað gjørdist ein beiggi, og hann vildi, at eg skuldi eita Jan eftir bókarøðini við sama heiti, sum var so væl umtókt millum dreingir hesa tíðina.
Festi rót í Danmark
Marni gjørdist liðugur við skúlan í 1955 og kom heim. Hann roknaði við at blíva verandi í Føroyum, men so komu boð úr Danmark um, at hann hevði fingið lærupláss sum múrari í Fredericia. Hann fór aftur til Danmarkar í 1956 og varð útlærdur sum múrari í 1960.
Marni festi rót í Fredericia. Hann forelskaði seg í teirri vøkru Lisemarie Leerager frá Vejle, og tey blivu gift í apríl 1963 og hava tískil verið gift í 45 ár. Tey búsettust í tí vakra býnum Vejle, har náttúran eisini er ein tann vakrasta í Danmark.
Tey búðu fyrst í Havnegade 6 í nøkur ár, men so bygdi Marni egin hús. Hann vildi sær sjálvum líkur vera sín egin.
Sum múrari lá hetta eisini væl fyri hjá honum. Tey búgva nú í Bredballe um 5 km frá miðbýnum í Vejle.
Lisa Maria hevur verið Marna ein góð kona, eins og hon hevur verið góð við hanara familju. Somuleiðis kann sigast, at Lisemarie hevur ein góðan mann, og Marni er góður pápi, abbi og langabbi.
Eg mintist fyrst rættiliga Marna, tá ið hann kom heim til Føroyar á sumri 1957. Eg var tá fimm ára gamal. Marni hjálpti foreldrunum at hoyggja, og eg helt í honum, meðan hann slerdi við líggja.
Eg fór frá honum, datt og fekk ein stóran stein oman á meg. Eg fór at gráta, men Marni hoyrdi meg jú ikki. Hann varnaðist kortini, at eg var burtur. Hann fór at leita og gekk seg fram á meg. Sum eitt snarljós fekk hann meg undan steininum. Seinni havi eg undrað meg yvir, hvussu lættliga hann kundi syfta henda stóra steinin.
Tað má hava verið Harrin, sum hjálpti honum á ein serstakan hátt. Eg takki Honum fyri Hansara undurfulli umsorgan. Marni hevur eisini upplivað og roynt Guds nærveru. Hann er uppvaksin í einum kristnum heimi, har foreldrini hava biðið um Guds verju fyri honum og øllum hansara systkjum.
Marni fortaldi mær eina ferð, at einaferð skuldi ein hypnotisørur royna sítt kynstur á deyv børn. Men hann kundi ikki hypnotisera Marna og Hermund. Hetta má hava verið Guds verja móti tí ónda.
Sjálvur kom eg á deyvaskúlan í Keypmannahavn í 1959, 7 ára gamal. Eg var fegin um at kunna møta Marna í Fredericia og Vejle.
Eg minnist væl, hvussu errin Marni var at kunna vísa meg fram fyri teimum mongu deyvu í deyvafelagnum í Fredericia. Hann bað meg fortelja, hvørjir vóru størstu býir í heiminum.
Eg fortaldi, at flest fólk búðu í Tokyo, New York og London. Tað var Marni, sum hevði fortalt mær alt hetta og nógv annað.
Eg kom aftur til Føroya í 1962, tá ið deyvaskúli var settur á stovn í Havn. Eg saknaða Marna nógv og var fegin um at síggja hann, tá ið hann kom á vitjan í Føroyum.
Er vorðin heiðurslimur
Tá ið Marni og Lisemarie blivu gift í 1963, fóru okkara foreldur niður í brúðleyp. Eg slapp ikki við og græt tí illa, men hetta lá so ikki fyri.
Eitt eyðkenni fyri Marna er, at hann er ein sera sjálvstøðugur maður. Hann hevur verið sera virkin í deyvafelagnun í Vejle alt sítt lív. Hann er fyri hetta útnevndur heiðurslimur og hevur fingið heiðurgávu frá Ole Jørgensens mindelegat, sum verður latið slíkum, sum hava gjørt eitt serligt arbeiði fyri tey deyvu.
Hann hevur eisini verið virkin í felagnum hjá lystfiskarum, bæði lokalt og í landsfelagnum. Hann plagar eisini at luttaka í fiskikappingum. Har er hann eisini heiðurlimur.
Tað var eisini Marni, sum gav mær kunnleika um virksemi hjá danska deyvafelagnum, og sum gjørdi meg føran fyri at vera við til at stovna Deyvafelag Føroya, sum hevur verið til stórt gagn fyri tey deyvu í Føroyum.
Marni hevur eisini gjørt sítt til, at tey deyvu á hansara heimabeiti hava fingið hølir frá kommununi, har tey kunnu hava ymiskt virksemi.
Marni hevur ikki gloymt sína heimbygd. Hann helt sín 65 ára føðingardag í Gøtu. Hann kundi tá síggja, hvussu nógv bygdin hevur ment seg.
Børnini eru Liane Marina Zachariassen, fødd í 1966, og Benny Svend føddur í 1969.
Marni eigur fýra abbabørn og eisini eitt langabbabarn, sum hann er errin av. Liane eigur Sabrina og Christoffer. Sabrina eigur dóttrina Nekeisha. Benny er giftur við Susanne frá Sverige og tær eiga Amalie og Daniella.
Eg og mín familja ynskja Marna hjartaliga tillukku við hesum stóra føðingardegnum við ynski um Guds ríku signing í komandi tíð.
Heilsan til Marna og Jan
Higani skal eisini sendast ein heilsan til Marna og Jan. Heilsanin frá Jan er ein hugtakandi og lívsjáttandi frá søgn um tveir deyvar beiggjar, sum hava klára væl seg hóast teirra støðu. Hetta er eisini eitt gott íkast til okkara deyvasøgu.
Hjartaliga tillukku, Marni, frá okkum í grannahúsinum Tjørnustovu!
Jan býr í Danmark saman við síni svensku konu Anna. Her er Jan sera virkin í kristiligum arbeiði fyri deyv.
Í hesum sambandi hevur hann verið nógv uttanlands, og altíð roynir hann at umboða Føroyar. Hann virkaði eina tíð á einum bíbliuskúla fyri deyv í Ungarn. Í september var hann í Ukraina á einum altjóða kristiligum deyvafundi. Og í oktober skal hann til Kasakstan at vera gestalærari í tvær vikur á einum bíbliuskúla fyri deyv, sum australska deyvakirkjan skipar fyri. Ynskt verður honum eydnu á ferðini!
ó.