U21-landsliðsleikarin, Martin Agnarsson hevur verið alt annað enn heppin í tíðini í superligafelagnum, Viborg FF.
Hann hevur verið illa darvaður av skaðum hesi bæði árini hann hevur verið knýttur at Viborg. Hann hevur bert havt møguleikan at spæla tveir kappingardystir við besta liðnum hjá Viborg.
Viborg Folkeblad skrivar, at tað er ræðuliga langt síðani, at Viborg hevur havt ein leikara, ið hevur verið so illa darvaður av skaðum sum Martin Agnarsson.
Í kvøld boðar Aarhus Fremad, ið er nummar sjey í triðbestu donsku fótbóltsdeildini frá, at Martin skiftir til Aarhus Fremad.
Ein annar U21-landsliðsleikari, Heini Fossdalsá Sørensen spælir eisini í triðbestu deildini. Heini hevur sáttmála við Thisted.
Danski fótbóltsmiðilin, Campo skrivar, at talan er um ein tvey ára sáttmála hjá Martin.
Við heimasíðuna hjá Viborg FF sigur Martin: - Eg havi havt eina góða tíð í Viborg, sjálvt um tað ikki bleiv til tað sum eg hevði droymt um. Tað hava verið nakrir niðurtúrar við skaðum, og einum brotnum óstbeini á tveimum sinnum. So eg havi verið nógv uttanfyri. Eg haldi kortini, at eg havi ment meg, bæð sum menniskja og sum leikara í Viborg. Eg eri glaður fyri, at eg fór til Viborg og fekk útlivað dreymin at vera superligaleikari. Eg vil takka øllum í felagnum fyri at hava tikið væl ímóti mær, og eg vóni, at Viborg fer klára seg væl í framtíðini. Sigur Martin við heimasíðu felagsins.