Martin fekk fyrstu minuttirnar í superliguni í ár

Viborg vann greiðan sigur á Randers

Martin Agnarsson var aftur við í superliga-hópinum hjá Viborg, ið leikti heimadyst móti Randers í dag.

 

Undan dystinum mintust teir 6.557 áskoðararnir fyrrverandi borgarstjóran í Viborg, Søren Pape Poulsen, ið brádliga doyði av heilabløðing, bert 52 ára gamal. Tað var gjørt við lógvabrestum í ein minutt, ið mangan er hátturin fótbóltsáskoðarar heiðra teimum sum eru farin. Í Føroyum verður tað gjørt við tøgn í ein minutt. 

 

Viborg vann ein greiðan 3-0 sigur á Randers. Talan er um fyrsta superliga-sigurin hjá Viborg í 2024.

 

Viborg-Randers FC 3-0 (2-0)

1-0 Mads Søndergaard (20.)

2-0 Anosike Ementa (34.)

3-0 Jakob Bonde (47.)

 

Martin sum eisini sat á beinkinum tveir teir fyrstu superliga-dystirnar hjá Viborg í hesum árinum slapp framat í dag.

 

Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini slapp Martin inn til sínar fyrstu superliga-minuttir i 2024.

 

Viborg er nummar sjey í superliguni við 23 stigum. Viborg hevur fýra stig upp til Silkeborg, ið liggur á sætta plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið.

 

Komandi sunnudag tekur Viborg móti Brøndby á heimavølli.