Martin Joensen syngur á Summar Festivalinum

Ein av bestu føroysku sangskrivarunum í nýggjari tíð fer at framføra allar sínar kendu sangir á Summar Festivalinum

Summar Festivalur

Vestmenningurin Martin Joensen hevur skrivað eina øgrynnu av góðum sangum, sum føroyingar kenna og hava tikið til sín.Tann gamli Svarti Ravnur er bara tann fyrsti í eini langari røð av hittum, sum Martin Joensen hevur gjørt, sungið og spælt.
Útgávurnar hjá Vestmonnum í 80unum vóru tiltiknar, og har hevði Martin ein týðandi fingur við í spælinum. Seinni hevur hann givið tónleik út á solofløgum, og har hevur eyðkendi stílurin hjá Martini livað víðari.
Sangir sum Morgun, Ró, Pengar, 60ini, Eg havi tað gott og nógvir, nógvir aðrir eru komnir burtur úr sangskrivingini hjá Martini, og tað er ein perlurøð av fólksligum poppsangum, sum Martin trívur í, tá ið hann fer á pallin saman við sínum bólki.
Ein ummælari skrivaði eftir eina framførslu í fjør, at Martin Joensen er eitt tónleikaligt flogvít, sum kann metast sum ein føroyskur Bob Dylan. Sangirnir, sum hann hevur skrivað, eru ein sannur dýrgrípur, vildi ummælarin verða við.
Og hendan dýrgrip sleppa fólk at uppliva á Summar Festivalinum í ár.