Gøtumenn hava vant á grasvøllinum á Svangaskarði fyrrapartin av vikuni. Í gjárkvøldið skuldu teir venja á Tórsvølli.
Jóan Petur Olsen hevur verið til venjingar í vikuni, men hann verður ikki við í morgin. Skaðin, sum hann ehvur drigist við, vitjaði aftur í fyrrakvøldið. Helgi L. Petersen hevur bruna í hælsinuni, men teir rokna við, at tað fer at bera til at pjøssa so mikið um hann, at hann kann spæla.
Poul Ennigarð er komin aftur úr Danmark, men nú missir GÍ ein annan spælara. Martin Thomsen, danin sum hevur verið stúttur í miðverjuni, fer nú úr Føroyum. Finalan í morgin verður síðsti dysturin hjá honum fyri GÍ.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm