Maru Seafood flýtir tungt í sjónum

Hallið av virkseminum hjá samtakinum Maru Seafood er 11 miljónir krónur í 2007, og vánalig útlit eru til árið í ár, sum higartil eisini hevur givið hall

Vinna

 

Eitt av størstu fiskivinnusamtøkunum í Føroyum merkir sviðan av tungu gonngdini í fiskivinnuni.

Maru Seafood hevði 11 miljónir krónur í halli í fjør.

Tað staðfestir stjórin í samtakinum, Jóhan Páll Joensen.

Maru Seafood er eitt av teimum heilt stóru fiskivinnusamtøkunum í Føroyum. Fyritøkan fevnir bæði um virkir og skip. Tey trý virkini, sum felagið rekur í Klaksvík og á Eiði, hava út við 200 fólk í arbeiði, og einir 100 mans eru knýttir at teimum átta skipunum hjá samtakinum.

Ein av fyrstu døgunum verður aðalfundur í felagnum, og tað verður ein døpur staðfesting av árinum í fjør, sum Jóhan Páll Joensen, stjóri, tá fer at leggja fyri eigararnar.

- Úrslitið fyri árið 2007 gevur eitt hall upp á 11 miljónir krónur.

 

Vánalig skipavinna

Stjórin sigur, at høvuðsorsøkin til stóra hallið er at finna í eini vánaligari drift av skipunum hjá felagnum.

- Vit hava havt ógvuliga nógvar útreiðslur upp á okkara skip, sum faktisk hava gingið illa. Tað er tí fyrst og fremst í skipunum, at tað stóra hallið er at finna.

Spurdur, hvat hann sum stjóri í felagnum heldur um úrslitið í fjør, sigur Jóhan Páll:

- Hetta er eitt úrslit, ið man sum stjóri sjálvandi ikki er nøgdur við. Tað er ógvuliga keðiligt at koma út við einum slíkum úrsliti.

Stjórin sigur, at leiðslan í Maru Seafood hevði vónað, at úrslitið fyri farna ár fór at vera betur enn tað, sum nú fyriliggur.

- Vit høvdu sjálvandi vónað, at vit kundu víst á eina drift, sum var positiv, men hetta hevur víst seg at vera ógvuliga trupult.

Maru Seafood-samtakið hevði eisini eitt hall í 2006, og nú er so hallið upp á 11 miljónir krónur eisini staðfest.

 

Stóra ávirkan

Vit spurdu eisini Jóhan Páll, hvussu hetta ávirkar samtakið?

- Tað er klárt, at ávirkanin er ikki góð. Hetta er avgjørt ikki positivt fyri okkara samtak.

Men í hvønn mun fer hetta at ávirka samtakið – á sjógvi og landi?

- Hetta kemur at avmarka okkum, og hetta ger tað neyðugt at umhugsa, hvat vit skulu gera fyri at kunna yvirliva. Vit mugu hygga eftir, hvat vit kunnu gera fyri at hava eina framtíðar drift, og tá verður neyðugt at hugsa um allar møguleikar. Tað er greitt.

Kann tað hugsast, at virksemið verður niðurlagt?

- Um hetta verður neyðugt, gera vit tað, sigur stjórin.

Vit spurdu eisini Jóhan Páll Joensen, hvørji útlitini eru fyri 2008?

- Fyrstu seks mánaðirnar í ár vísa eisini hall. Í ár eru tað serliga oljuprísirnir, sum hava ávirkað raksturin. Vit hava havt eina positiva drift uppi á landi, meðan skipini framvegis hava eina drift, sum gevur hall. Hetta er serliga orsakað av høgu oljuprísunum.

 

Skip hava ligið

Jóhan Páll Joensen sigur, at seinastu tíðina hevur fiskiskapurin verið ógvuliga smáligur, og tí hava ikki øll skipini, sum felagið rekur, verið í vinnu. Tað hevur loyst seg betri fyri skipini at ligið við bryggju.

- Men eitt par fór út herfyri, og eitt par fór útaftur týsdagin. .

Stjórin sigur, at støðan hjá felagnum er soleiðis vorðin, at neyðugt er at taka støðu – túr fyri túr – nær loyst verður. Hetta er heldur ikki haldbart í longdini.

- Hetta er ein tíð, har prísirnir á olju bara eru hækkaðir, og man hevur ikki møgleikan at staðfesta, hvør gongdin verður við prísunum. Tí er hetta ein støða, sum verður tikin – frá degi til dags, sigur stjórin.

Hvør verður tín boðskapur til eigararnar og kredittorarnar á komandi aðalfundi?

- Tað verður sami boðskapur, sum vit hava havt í eina tíð. Vit mugu finna út av, hvat er at gera, og hvussu vit kunnu skipa so fyri, at líkindi gevast fyri eini lønandi drift. Í løtuni skal nógv til, bæði frá kredittorum og teimum, sum fíggja okkum – umframt frá parteigarunum.

 

Nýggjur partapeningur

Jóhan Páll Joensen avvísir ikki, at tað kann gerast neyðugt hjá felagnum at tekna meira partapening í samtakinum.

- Hvørji útliti eru, dugi eg slett ikki at meta um, men sum støðan er í dag, eru útlitini at tekna meira partapening ikki góð.

Stjórin heldur, at spurningurin um nýggjan partapening skal takast upp í heyst.

- Neyðugt verður fyrst at síggja, hvar oljuprísirnir enda, eins og neyðugt verður at finna út av, hvussu verður við fiskidøgunum hjá okkara parti av flotanum, sigur Jóhan Páll Joensen.