Mary fekk eina epidural blokadu, fyri at minka um pínuna, hetta fekk prinsessa Alexandra somuleiðis, tá hon átti sínar synir.
Sambært serfrøðingi hjá Danmarks Radio, verður hetta ivaleyst trendsetandi, og hetta kann merkja, at epidural blokadur vera brúktar uppaftur meira í framtíðini.
Prinsur við hári
Sambært Morten Hedegaard professara á Ríkissjúkrahúsinum, ið var við undir føðingini gekk alt væl.
Bæði mamma og barn høvdu tað gott undir allari føðingini, ja, sjálvt Fríðrikur krúnprinsur hevði tað gott alla tíðina segði Morten Hedegaard.
Hedegaard visti eisini at siga, at prinsurin varð føddur við hári á høvdinum, og helt at talan var um eitt sera vakurt barn.
Ein lukkuligur prinsur
Fríðrikur krúnprinsur var sera glaður á at líta á tíðindafundinum, ið hann helt beint áðrenn hálvgum níggju leygarmorgunin. Hann var móður, men segði seg vera sera ernan av konu síni, ið hevði klára hetta sera væl. Hann helt sjálvur, at hann hevði verið ein góður stuðul hjá krúnprinsessuni og hevði gjørt sítt fyri at hjálpa.
Hann segði, at hetta ikki var nakað man kundi fyrireika seg til, men man mátti bara lata føðingina ganga sína gongd. Hann greiddi frá, at hann hevði klipt nalvastreingin. Løtan hevði sambært prinsinum verið sera kensluborðin, og hann viðgekk, at hann hevði grátið, hetta var ikki løtan at spæla superman, segði hann.
Líkist einum nýføðingi
Tá miðlarnir royndu at fregnast um hvørjum nýggi prinsurin líktist, svaraði Fríðrikur, at hann líktist einum nýføðingi.
Fríðrikur segði eisini, at Mary var so smátt farin at leggja prinsin til. Men at higartil svav hann fyri tað mesta. Hann veit ikki, hvat hann hevur í væntu, smílti Fríðrikur, áðrenn hann skundaði sær uppaftur til konuna og sonin.