Maskinmeistararnir fáa nýggjan formann

Ólavur Gunnarsson tekur við sum formaður í Maskinmeistarafelagnum, tá Páll Hansen leggur frá sær á komandi aðalfundi. Hesum boðar felagið frá í dag.

 

Freistin at stilla upp til valið var úti 15. desembur, og tá var Ólavur Gunnarsson einasta valevni, sum hevði stillað upp. Hann verður tí formliga settur sum formaður, tá aðalfundurin verður 24. mars 2018.

 

Ólavur Gunnarsson hevur áður sitið í nevndini í Maskinmeistarafelagnum, og seinastu árini hevur hann starvast sum tekniskur leiðari hjá Smyril Line.

 

Páll Hansen hevur verið formaður í felagnum síðani 2007, og boðaði longu á vári í fjør frá, at hann fór at leggja frá sær. Hann er farin um tey sjeyti og heldur, at nú er tíðin komin at mynstra av.