Maskinurnar mala nú aftur í Skopun

Brøðurnir, Høgni og Heini Tausen í Havn, eiga nú Grótvirkið í Skopun.

Brøðurnir, Høgni og Heini Tausen í Havn, eiga nú Grótvirkið í Skopun. Teir keyptu virkið fyri jól og hava stovnað felagið Sp/f Føroya Grótvirki, sum nú eigur og rekur virksemið.

 

- Vit hava gjørt ymiskt viðlíkahald, og onkur motorur er skiftur, og nú koyra maskinurnar við fullari ferð.

 

Tað sigur Høgni Tausen, sum saman við pápa sínum, Áslakki Tausen, fyribils eru á virkinum um dagarnar.

 

Høgni hevur áður arbeitt á grótvirkinum í Skopun í nøkur ár, og hann var eisini við í uppstartinum í 2004/ 2005.

 

- Vit hava longu fleiri bíleggingar niðurfyri, flestu úr Føroyum og ein minni bílegging er úr Skotlandi. Eg trúgvi, at tá føroyska grótið, sum vit serliga fara at arbeiða við, er testað í London, eru stórir møguleikar á marknaðinum uttanlands.

 

Høgni Tausen, sum sjálvur hevur verið ein túr í Skotlandi at hyggja eftir møguleikum fyri útflutningi, sigur, at vónirnar um útlendska marknaðin eru nógv betri, nú hann er komin heimaftur.

 

Sp/f Føroya Grótvirki hevur loyvi at taka grót í Høvdarhaga í Skopun, og her er talan um eina góða og serstaka lind av góðum basalti.

 

- Vit hugsa í fyrsta lagi um at framleiða grótflísar, borðplátur, skreytlutir og grót til klæðing og gjarna eisini til laðing av bygningum, umframt føroyskar gravsteinar, sigur Høgni Tausen.

 

Í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús í dag, er innlegg úr Sandoynni, og her er eitt nú prát við Høgna Tausen á Sp/f Føroya Grótvirki.

 

Myndina av grótvirkinum í Skopun tók Birgir W. Høgnesen.