Mason Greenwood er nú ákærdur í nógv umtalaða málinum, sum fyribils hevur kostað honum fótbóltsyrkisleiðina í Manchester United, ið hevur bannað spælaranum frá felagnum í fyrsta lagi fram til málið hevur verið fyri rættin í Greater Manchester.
Bretska ákæruvaldið boðaði leygardagin frá, at Mason Greenwood er ákærdur fyri at royna neyðtøku, harðskap og atferð við tí fyri eyga, at hava tamarhald á einum persóni. Tað boðar bretska ákæruvaldið frá í tíðindaskrivi. Málið byrjaði í dag í Manchester.
Mason Greenwood bleiv fyrr í ár varðhaldsfongslaður, men bleiv leyslatin móti veðhaldi. Leygardagin bleiv hann aftur tikin, tí hann hevði brotið teytirnar fyri leyslatan. Bretskir miðar skriva, at Mason Greenwood hevur roynt at sett seg í samband við fyrrverandi unnustuna, sum hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg inná.