Eitt parlag turkar ofta út kynsliga ? serliga um parið hevur verið saman leingi. Eitt kvøld við massajsu kann taka burtur allan fráleika millum tvey í einum parlagi og gevur gevur øllum kroppinum nærleika.
Ofta er tað ein, ið gevur og ein, ið móttekur, í einum parlagi. Tað kann vera snilt at býta leiklutin um. Eitt par eigur at skiftast um at geva og taka ímóti. Massajsan noyðist ikki altíð at elva til sex, men hon kann hóast brúkast til eitt frekt kvøld, sigur Joan Ørting, sexologur, við Ekstrabladet.
Soleiðis gert tú (framhald: Nem við meg):
Anette Juhl er massasjuviðgerari og hon veit eina rúgvu um massasjutøkni.
Tryggleiki
Gevaran kann sita við síðunar av rumpuni hjá móttakaranum. Gevarin eigur at byrja við at leggja eina hond á breiðageislið, meðan hin hondin skal leggjast millum herðabløðini. Soleiðis kann ein skapa samband við móttakaran. Tað er týdningarmikið, at tað er samband millum bæði tvey alla tíðina. Tað gevur tryggleika og varðveitir orkuna millum parið.
Kenn kroppin
Tá sambandið er funnið millum tvey í parlagnum, kann ein fylgja tí, sum ein kennir. Tað, sum ein fær hug til. Tað kann vera at kenna allan kroppin við hendrunum. Aftan á kann ein lættliga strúka eftir húðini. Um ein dámar betri harðari tøk í kroppin, eiga alla rørslur at fara ímóti hjartað fyri ikki at løsta bláæðrirnar.
Blíðar rørslur
Royn róligar rørslur og løtt strok gjøgnum hárið, rundan um oyrini, niður eftir akslarnar, glíða eftir ørmunum, aftur og fram og síðan niður eftir rygginum, reyvuni, beinini og føturnar ? og síðan upp aftur.
Lesið meira á: Olja, kossar og nærleiki