Mást tú fara um tú ikki fært valdið?

Aktuella støðan í Sambandsflokkinum, har flokkurin gjørdi eitt hirs til høgru og afturhaldsvegin við at velja Helga Abrahamsen til næstformann og koyra Magna Laksafoss úr sessinum – kann fáa størri týdning, enn ætlað.

Helst var ætlanin at revsa Magna Laksafoss fyri at gera hasa famøsu clearingsavtaluna við Kristin Michelsen soleiðis, at fiskivinnunýskipanin kundi samtykkjast. Kanska landsfundur Sambandsfloksins eisini sum heild er troyttur av Magna Laksafoss, sum ikki hevur »elt sum fyri er slóðað«.

Men fyri tað um tú missir ein ábyrgdarsess í einum flokki, er tað so neyðugt at »umhugsa støðuna í flokkinum«?

Jú, tað er tað helst. Tað vísir seg í øllum førum. Fleiri aðrir politikarar hava gjørt sum Magni Laksafoss – sum gott nokk bara hevur mist ein týdingarleysan næstformanssess.

Tá Javnaðarflokkurin 16. januar í 1993 skuldi kjósa nýggjan løgmann eftir Alta Dam, sum legði frá sær (sum fráboðað tá valskeiðið byrjaði) í hálvum valskeiði í januar í 1993, stóð valið millum landsstýrisfólkini hjá flokkinum, Maritu Petersen, Thomas Arabo og Jóannes Eidesgaard. Tað var floksleiðsla Javnaðarfloksins, sum skuldi velja, hvør teirra skuldi vera í uppskoti, tá Løtingið skuldi velja nýggjan løgmann.

Tá atkvøtt varð gjørdist greitt, at valið fall á Maritu Petersen. Nummar tvey var Thomas Arabo, meðan Jóannes Eidesgaard gjørdist nummar trý. Jóannes Eidesgaard var týðuliga skuffaður, og við útvarpið sama kvøldið segði tann 41 ára gamli tvøramaðurin, sum tá hevði tvey ár á baki í landspolitikki, at »hann umhugsaði støðuna« eftir at hava tapt valið í Javnaðarflokkinum um at gerast Føroya løgmaður.

Men støðan stabiliseraði seg skjótt aftur, Jóannes Eidesgaar helt fram sum landsstýrismaður sum um einki var hent. Hansara túrur fór nokk at koma – og kom trý ár seinni.

Einaferð kappaðust Kaj Leo Holm Johannesen og Johan Dahl um at gerast formenn í Sambandsflokkinum. Kaj Leo dró longsta stráið. Tað tók so dygt hjá Johan Dahl, hann ikki bara umhugsaði støðuna, men hann fór úr Sambandsflokkinum og kunngjørdi, at hann var uttanflokkatingmaður. Johan Dahl kølnaði tó eisini, og meldaði seg innaftur í Sambandsflokkin.

Einaferð var Bjarni Djurholm vrakaður sum formaður í Fólkaflokkinum. Hann var landsstýrismaður, tá Anfinn Kallsberg í 2007 legði frá sær sum formaður Fólkafloksins. Hann ætlaði sær formanssessin, men Jørgen Niclasen vann.

Annika Olsen var eisini skuffað, tá hon ikki vann á Jørgen Nicalsen sum forkvinna í Fólkaflokkinum eftir valið í 2008 Tað endaði við, at hon fór úr Fólkaflokkinum eftir valið í 2015.

Nú er tað Magni Laksafoss, sum hevur mist næstformanssessin í Sambandsflokkinum – sum skilst fyrst og fremst afturfyri, at hann clearaði við Kristin Michelsen, tá nýskipanin av fiskivinnuni var fyri í tinginum.

Soleiðis kann uppstillingin hjá Helga Abrahamsen beinleiðis gerst orsøkin til, at samgongan kann halda fram, hóast hon enn ikki telir upp í 17. Livst so spyrtst.