Fótbóltur
Síðani 3. desember hevur Tottenham hildi tí so týdningarmikla fjórða plássinum í ensku Premier League. Týdningarmikla, tí hetta gevur atgongd til lovaða pengalandið, sum Champions League so mangan verður rópt.
Lógu slaktaðir
Undan seinasta leikdegi hevði liðið av White Hart Lane framvegis eitt stig niður til arvafíggindarnar úr Arsenal. Men við munandi betra málmuninum, sum Arsenal hevði, stóð greitt, at Tottenham skuldi fáa líka stóru úrtøku úr útidystinum á Upton Park móti West Ham, sum Arsenal fekk á heimavølli móti Wigan.
Ætlanirnar hjá Spurs fingu tó eitt stórt skot fyri bógvin longu sunnumorgunin. Helst var talan um ein mildan form av mateitran, men undir øllum umstøðum høvdu einir tíggju av spælarunum hjá liðnum búkilsku. Alt fyri eitt varð roynt at fáa týdningarmikla dystin útsettan, men hetta var tó sera trupult. Ikki minst, tí politikkurin altíð hevur verið, at á seinasta leikdegi skulu allir dystir spæla samstundis. Og tá boðini frá løgregluni so vóru, at dysturin í mesta lagi kundi flytast tveir tímar, helt Spurs-leiðslan, at so kundi dysturin tað sama verða spældur.
Sheringham kundi søkt Spurs
Tað var eisini sjónligt, at West Ham var liðið, sum var betri fyri á degnum. Hóast Jermaine Defoe fekk javnað, eftir at Carl Fletcher hevði lagt West Ham á odda, so var tað mest sum alla tíðina við rygginum móti múrinum, at Tottenham spældi.
West Ham trýsti seg fram til alt fleiri møguleikar, og tað var líkt til, at Teddy Sheringham skuldi verða maðurin, sum sendi Tottenham út í myrkri. Júst felagið, sum Sheringham í so nógv ár skeyt so nógv mál fyri. Robinson bjargaði tó brotssparkinum, men eisini hann mátti geva skarvin yvir, tá ísraelsi Yossi Benayoun sendi bóltin í netið eftir hornaspark.
Og so kundi Marin Jol og hansara menn bara ásanna, at Tottenham gjørdust akkurát ov stuttir. Hóast talan er um eitt tað besta árið hjá felagnum í eini 20 ár, so gjørdist talan um vónbrot, nú plássið í pengamaskinuni hjá UEFA gjørdist av ongum. At talan so kortini verður um europeiskan fótbólt, er helst eitt stórt plástur á sárið, men á inntøkusíðuni kann UEFA-Cup á ongan hátt viga ímóti Champions League.
Henry sløkti á Highbury
Hóast Tottenham soleiðis tapti, so hevði Arsenal eisini sítt arbeiði at gera. Á seinasta dystinum hjá felagnum nakran á Highbury var setningurin, at Arsenal skuldi fáa í minsta lagi eitt stig meira enn Tottenham. Ein setningur, sum við 4-2 á Wigan so væl og virðiliga varð rokkin.
Sigurin var í sjálvum sær nakað, sum Arsenal-fjeppararnir høvdu alla orsøk at fegnast um, men løtan var tó serliga kensluborin, nú hetta eisini var seinasti dysturin hjá felagnum á Highbury. Í fleiri ár hevur verið arbeitt við nýggjum stadion-ætlanum, og tá farið verður undir nýtt kappingarár, verður hetta gjørt á spildurnýggja Emirates-Stadion.
Gjøgnum ár og dag hevur Arsenal átt nógvar stórar spælarar. Men fáur teirra man tó hava verið eins stórur, sum Thierry Henry hevur verið tað seinnu árini. Maðurin, sum í ár tók metið frá Ian Wright sum mest skorandi í Arsenal nakrantíð, gjørdist eisini heilt stóra stjørnan á seinasta Highbury-dystinum hjá felagnum. Ein dystur, sum summi eisini halda var tann seinasti fyri Arsenal í Premier League, nú tað ljóðar, at Barcelona vil hava spælarar til sín.
Eftir at Wigan hevði lagt seg á odda 2-1, gjørdi Henry nevnliga reint hat-trick. Og so fingu søguskrivararnir enn eina góða orsøk at seta 14-talið í ævigu søguskrivingina hjá Arsenal.