Matgerð á náttartíð noyddi mannin úr húsunum

- Trupulleikin var ikki, at viðkomandi, sum hevði okkurt í ovninum, var sovnaður, men helst var okkurt galið við ovninum.

Um 01.30-tíðina í nátt stóð roykur úr einum húsum i Hoyvík, og tað var onkur í grannalagnum, sum boðaði løgregluni frá.

 

Tá løgregla og átaksleiðari komu á staðið, vísti tað seg, at roykurin stóð úr bakarovninum í køkinum.

 

Talan var um ein mann, sum var í holt við at gera mat.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um rættiliga ógvusligan royk, sum eisini sást úti. Tí varnaðist grannin støðuna.

 

- Trupulleikin var ikki, at maðurin, sum hevði okkurt í ovninum, var sovnaður, men helst var okkurt vorðið galið við ovninum.

 

Løgreglan sigur, at releið var ikki sligið frá. Tann, sum búði í húsinum, hevði roynt at fáa billbukt við ovninum, men tað var ikki eydnast.

 

- Her var so nógvur og ramur roykur í húsinum, at ikki verandi inni hjá manninum.

 

Vaktleiðarin sigur, at maðurin noyddist á skaðastovuna til kanningar og vegleiðingar um, hvussu hann skuldi fyrihalda sær.

 

- Rúsdrekka var ikki orsøkin til hendingina, og ístaðin fyri sjálvur at ringja til løgregluna, hevði maðurin sjálvur roynt at basa roykinum.

 

Men, tað varð so ikki eydnast.

 

- Helst er tann, sum var fyri hendingini, vorðin fangaður í royndini sjálvur at royna at basa roykinum, og tí var tað ein granni, sum boðaði frá.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at talan var ongantíð um opnan eld, men um rættiliga ógvusligan royk, sum fór um alt húsið.