Matiné í Havn

Leygardagin klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju. Tá fer klassiski guitarleikarin Ragnar Olsen at spæla verk hjá m. a. Bach, Berkely, Granados, H.V. Lobos og Llobet. Ragnar Olsen, sum er skopuningur, hevur fingið guitarútbúgving á tónlistaskúlanum í Esbjerg. Hann hevur verið á skeiðum hjá eitt nú John Mills og Alvaro Pierre og eisini hjá Timo Korhonen. Í løtuni er Ragnar lærari á Føroya Musikkskúla.