Matiné í dómkirkjuni

Leygardagin verður matiné við amerikanska urguleikaranum James Hicks

 

 

James Hicks er amerikanskur urguleikari úr, og hevur spælt hópin av konsertum runt allan heim, umframt at hann eisini hevur verið urguleikari í New jersey.

 

Serliga hevur hann varpað ljós á og framført norðurlendskan urgutónleik. Hann hevur spælt inn fimm søvn av norðurlendskum tónleika fyri Amerikanska felagið Pro Organo við heitinum “Nordic Journey”. Allar fløgurnar vóru spældar inn á urgur í Svøríki. Á fløgunum eru bæði nýggjur tónleikur, frumframførslur og ókendur ella óútgivin tónleikur. Harafturat standard norðurlendsk meistaraverk.

 

Leygardagin spælir James danskan, føroyskan og svenskan urgutónleik.