Matiné við Símun Hammer (orgul) & Klara D. Hammer (floytu).
Komandi leygardag, 25. Juli, kl. 11.30 spæla Símun & Klara Hammer eina Matiné fyri Floytu og Orgul í Hoyvíkar kirkju.
Klara byrjaði at spæla floytu sum 11 ára gomul. Hon býr á Toftum og er virkin floytuleikari í landsorkestrinum og hevur seinastu árini eisini luttikið í tónlistakappingum við góðum úrslitum.
Á fljølbroyttu skránni verða m.a.verk eftir hesum tónaskøldum framførd:
- Naji Hakin
- Hans J. Højgaad
- Kára Bæk
- J.S.Bach
- Camille Saint Saëns
- Umframt egið verk.
Klara og Símun Hammer spæla regluliga saman - serliga í Gøtu kirkju, har Símun er fastur organistur, men eisini til onnur høvi.
Konsertin er partur av Summartónum 2026.











