Matiné verður í Christianskirkjuni leygardagin

- Øll eru hjartaliga vælkomin í Christianskirkjuna leygardagin til eina serliga tónleikaløtu við vøkrum tónum av Bach, Haydn og Kreisler.

Tað er Eysturoyar Strúkitrio við Moniku Stauss Joensen, violin, Jonu Højgaard, viola og Tóra Restorff Jacobsen á cello, sum fer at framføra í Christianskirkjuni í Klaksvík leygardagin hin  21. september klokkan 12.

 

Monika, Jona og Tóri eru kend andlit í klassiska tónleikalívinum í Føroyum, sum eitt nú í Føroya Symfoniorkestri, á Musikkskúlanum og í nógvum ymiskum tiltøkum.  Tey hava hvør sær framført í ymiskum samansetingum, bæði her heima og uttanlands. 

 

Ikki fyrr enn á sumri í 2022 byrjaðu tey at spæla sum trio og hava síðan tá regluliga vant saman og framført ymsastaðni kring landið. Tey trý strúkiinstrumentini, violin, viola og cello, mynda eitt heilt serligt ljóð.

 

##med2##

 

Monika, Jona og Tóri fara at framføra úr Goldberg-variatiónum av Bach, Trio í A major av Haydn og Liebesfreud av Kreisler. 

 

Í vikuni eftir, leygardagin hin 28. september klokkan 11.30, fer Eysturoyar Strúkitrio við Moniku, Jonu og Tóri eisini at hava matiné í kirkjuni í Selatrað.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin í Christianskirkjuna leygardagin til eina serliga tónleikaløtu við vøkrum tónum av Bach, Haydn og Kreisler, siga tey trý og takka Konsertfelagnum, sum stuðar tiltakinum.